Allir tykjast væl fyri, sum heild í góðum lag men samstundis hugsavaðir til uppgávuna.
Eisini Jákup Johansen vandi við í gjár, og kann afturvendi strandingurin gerast enn eitt gott álopskent vápn hjá víkingavenjarunum - sum báðir hava bústað á Strondum.
Portalurin var framvið í Sarpugerði í gjárkvøldið, har víkingarnir fyri tað mesta vandu taktiskt fram til Conference League-dystin móti Liepaja hóskvøldið.
Jóhan Petur Poulsen og Ólavur Mikkelsen royndu sítt at búgva liðið til upgávuna - bæði á og uttanfyri vøllin.
Portalurin tosaði eisini við Arnbjørn Svensson - sí samrøðuna við miðverjan her.
Í kvøld hava víkignarnir sína seinastu venjing undan avgerandi dystinum. Hendan verður í Klaksvík har dysturin eisini verður spældur í morgin klokkan 19.
Tað sær út til, at tað gongst væl at selja atgongumerkir - bæði skýlini við Djúpumýru eru útseld. Júst hetta kann gerast umráðandi, sum Arnbjørn eisini vísti á: Heimavallarfyrimunrin.
Víkingarnir kenna seg helst betri í umstøðunum í Klaksvík enn í Lettlandi, har tað endaði 1-1. Oddaliðið í Betrideildini stendur sum favorittur til dystin hóskvøldið, sum Portalurin ger nógv burturúr.
Sí myndir frá venjingini, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald