Fótbóltur

Kristian Martin og Karl Martin skrivað undir við Skála

Verjuleikararnir av Strondum hava ikki spælt í Betrideildini áður, men kunnu fáa ein fastan leiklut á liðnum komandi kappingarár. Teir mannaðu miðverjuna í venjingardystinum á Svangaskarði týsdagin.

(Karl Martin Johansen, sum spældi eina sera góða steypafinalu fyri U21 í september, eftir at sáttmálin er undirskrivaður - Mynd: Skála ÍF)

(Karl Martin Johansen, sum spældi eina sera góða steypafinalu fyri U21 í september, eftir at sáttmálin er undirskrivaður - Mynd: Skála ÍF)

2019-12-19 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála boðar í dag frá, at Kristian Martin Jakobsen og Karl Martin Johansen hava skrivað undir sáttmála fyri 2020.

Kristian Martin er 23 ár og er lítlibeiggi Brian Jakobsen, ið leingi spældi við Skála, men sum í farna kappingarári umboðaði B36. Hann hevur spælt 29 dystir í næstbestu deildini og skorað sjey mál. Kristian Martin var skaddur størsta partin av farna kappingarári. Hann hevur fleiri ferðir áður sitið á beinkinum til dystir í Betrideildini - komandi ár kann væntast, at hann fær nógv spælitíð á unga Skálaliðnum.

[object Object]Kristian Martin, saman við formanninum Rógva Reinert Djurhuus (Mynd: Skála ÍF)


Makkarin hjá Kristian Martini í venjingardystinum í vikuni var ein annar strandingur. Karl Martin Johansen er 20-ára gamal, og gjørdi veruliga vart við seg í steypafinaluni hjá U21 í fjør. Liðskiparin var sannførandi í verjustøðu og á bóltinum, og hann skoraði til 2-2 í longdu leiktíðini. Karl Martin hevur spælt 12 dystir í 1. deild. 

Tøl: FaroeSoccer

Les eisini: Ungir lokalir leikarar hava skrivað undir á Skála - óvissa um nógvar royndar leikarar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder