Føroyar standa í søguligari góðari støðu undan uppgerðini í Rijeka fríggjadagin: Ongantíð áður hevur eitt føroyskt A-landslið í fótbólti fingið so nógv stig og framvegis havt møguleikan at vunnið seg til eitt endaspæl undan seinasta leikdegi í einari undankapping.
Tað verður tó langt frá ein einfalt uppgáva hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum, sum annars hava vunnið tólv av møguligum 21 stigum í hesari HM-undankappingini higartil.
Les eisini: Hava vunnið yvir helmingin av kappingardystunum seinasta árið
Føroyar skulu fyrst og fremst fáa stig í Kroatia og helst trý stig. Sìðani er at bíða til mánadagin, har Gibraltar skal skapa nærum eitt undur i Kekkia.
Føroyingarnir, sum hava fyrireikað seg nógv seinastu tíðina, skulu royna at gera sítt. Fyrst í september stríddust føroyingar væl og skaptu nakrar stórar møguleikar móti Kroatia á Tórsvølli, men kroatar fingu einasta málið.
![]()
Kroatar megnaðu at standa ímóti føroyingunum, men tað var ikki nakar lættur dystur hjá stórfavorittunum (Mynd: Sverri Egholm)
Júst í mun til mál; Kroatia hevur í sínum seks dystum latið eitt mál inn, og tað var móti Kekkia.
Talan er um á pappírinum sterkasta liðið í bólkinum, og HM-bronsuvinnararnir kunnu vinna bólkin og vinna seg til eitt HM aftur við at fáa stig móti Føroyum.
Kroatar hava ein møguleika afturat, um tað ikki skuldi eydnast fríggjakvøldið. Tað er í Montenegro. Men tað er helst eingin ivi um, at teir vilja avgerða tað fríggjakvøldið og halda eina fólkaveitslu í Rijeka. Talan er um seinasta heimadystin hjá Kroatia í undankappingini - og møguliga seinasta kappingarheimadystin hjá Luka Modric.
![]()
![]()
Luka Modric á Tórsvølli í september. Balon d'Or vinnarin frá 2018. 40-ára gamli miðvallarin hevur vunnið nógv við serliga Real Madrid og tvey HM-heiðursmerki við Kroatia (Myndir: Sverri Egholm)
Føroyski hópurin kom til Kroatia í gjár eftir nakað av ferðing. Dysturin verður fríggjakvøldið 14. november klokkan 19.45, og til ber at lurta á FM1 og fylgja við á Portalinum. Meira frá venjing í Kroatia seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald