Annað

KvF sendi heldur bandað møti enn HM-dyst

Summi vísa sína ónøgd yvir raðfestingina hjá Kringvarpinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-06-24 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HM-endaspælið í Russlandi fyllir nógv hjá summum, hjá øðrum eitt sindur minni.

Á Facebooksíðuni “Fótbóltskjak” eru summi sum halda, at HM fyllir ov lítið hjá Kringvarpinum, sum annars hevur lýst við at tey sleppa at senda allar dystirnar.

Men fleiri av dystunum verða sendir forskotnir, og tí rýkur allur spenningurin, og kanska eisini hugskotið hjá KvF at senda yvirhøvur. Klokkan 16 í dag varð dysturin miillum Japan og Senegal bríkslaður í gongd, men tá sendi Kringvarpið “Møti úr Vitninum í Hvalba”. Dysturin millum Japan og Senegal varð tí sendur aftaná kvøldardystin millum Pólland og Kolumbia, og er í skrivandi stund ikki liðugur enn í KvF.

- Er tað ikki líka til at øsa seg yvir, at KvF sendir eitt bandað møti í staðin fyri beinleiðis VM, og so í staðin leggur VM-dystin forskotnan? Eg meini so við, VM er bara 4. hvørt ár, hví kann so nógv sum gjørligt ikki vera live? sigur ein.

- Bilar tað nakað, at KvF ikki sendir allar dystirnar, tá man kann síggja tað á øðrum rásum? spyr ein.

- Hatta er bara óbrúkiligt. Eg skundaði mær at keypa TV2 Play aftaná fyrsta dagin við hesum sirkusunum, og tendri ikki fyri KVF fyrr enn VM er liðugt, sigur ein annar.

Ein loysn er tó upp á trupulleikan. Kringvarpið sendir allar dystirnar beinleiðis umvegis eina stroyming á heimasíðuni. Leinki er á forsíðuni hjá kvf.fo.

Les um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder