Ein er líka við at siga, at tað var ein mannfólkadystur, sum føroysku kvinnurnar spældu í dag.
Stóru leikararnir frá Montenegro vístu seg at vera júst so sterkir og truplir at spæla ímóti, sum føroysku spælararnir væl saktans væl vistu frammanundan.
Men føroysku kvinnurnar gjørdu ein djarvan innsats við at royna at basa montenegrinska yvirvaldinum.
Føroyar spældu ein frálíkan dyst, serliga í verjustøðu. Málverjarnir stóðu eisini stinnir. Annika í fyrra hálvleiki og Rakul í seinna.
Stór ábyrgd varð løgd á Súni Hansen, Janu Mittún og Pernille Brandenborg, sum spældu allan dystin á tamp – Pernille fekk tó hvílt seg eitt sindur tær báðar ferðirnar hon var útvíst í 2 minuttir.
Tað ver serliga málverjin hjá Montenegro, sum spældi ein stóran dyst fyri lið sítt.
Afrikanska kvinnan, ið er uppvaksin í Frakland var ein múrur í málinum. Føroysku skjúttarnir høvdu ovurstórar avbjóðingar við at fáa bóltin aftur um hana, og hendan Armelle Kelly Attingre átti sín heilt stóra leiklut í, at Mongenegro kom so væl frá teirra fyrsta HM-dysti á hesum sinni.
Men montenegrinski málverjin varð ikki vald til dagsins leikara. Tað varð okkara Jana Mittún, sum við sínum snilda, kvika og uppfinssama spæli sannførdi dómsnevndina um, at hon var tann besta í dag.
Tað er altíð nakað.
Um tveir dagar – fríggjadagin um somu tíð, stendur Spania á skránni.
---------------------------------------------------
HM 2026 - bólkur D
1. umfar, mikudagin 26. november í Trier
Spania - Paraguai 26-17
Føroyar - Montenegro 27-32 (13-15)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 6-6
15 min: 8-11
20 min: 9-12
25 min: 11-14
30 min: 13-15
35 min: 14-17
40 min: 15-21
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 26-29
60 min: 27-32
Føroysku málskjúttarnir (brotskøst):
Pernille Brandenborg 8 (5)
Jana Mittún 4 - kosin dagsins spælari
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 2
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1
Skotgagnnýtisprosent: 55 prosent (27/49)
- Montenegro hevði eisini 49 skot men gagnnýtti 65 prosent, harav øll brotskøstini. Føroyar brendu trý av átta brotskøstum.
(Upplegg):
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald