Fótbóltur

Kvinnurnar leggja til brots í Slovakia í kvøld

Heimaliðið stendur sum stórfavorittur. Kringvarpið stroymir dystin, sum byrjar 18.

2025-02-21 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við kvinnum fer í kvøld, fríggjadagin 21. februar, undir nýggja Nations League-kapping, tá Slovakia tekur ímóti í býnum Trnava.

Talan er um á pappírinum væl sterkasta liðið í bólkinum.

Pætur Smith Clementesen, fyribils landsliðsvenjari, segði við FSF-varpið, at man sær fram til at síggja, hvussu nær man er Slovakia. Hetta eftir eina góða EM-undankapping í 2024.

Sí eisini: (Video): - Spent at síggja hvussu nær vit eru Slovakia

[object Object]

Slovakia stendur sum stórfavorittur til dystin í kvøld. Hann byrjar klokkan 18 føroyska tíð og sæst á kvf.fo.

Hini londini í bólkinum eru Gibraltar, sum Føroyar møta á útivølli týsdagin í næstu viku, og Moldova. Tey vóru styrkismett undir Føroyum til lutakastið.

Føroyski hópurin

Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder