Í gjárkvøldið vórðu tveir dystir leiktir, har kollfirðingar og vestmenningar fingu tvey stig í part
Les meira: VÍF og KÍF vunnu
Sigurin hjá KÍF hevur við sær, at tað er eitt ávíst trýst á Kyndli, sum fær vitjan av hoyvíkingum í kvøld. Ikki tí, Kyndil er trý stig frammanfyri kollfirðingar og hevur leikt ein dyst færri. Men tapir Kyndil í kvøld, so er tað ein lykladystur, sum er á skránni í Kollafirði sunnudagin, tá teir grønu eru á vitjan. Tað er 4. plássið, sum hesi bæði liðini kappast u ; rætturin at spæla um finaluplássini.
Um innahýsis dystirnir fyrr í ár skulu vera nøkur ábending um dystin í kvøld, so koma tað fá mál og H71 vinnur við einum. Hoyvíkingar hava vunnið 18-17 i báðum dystunum ímóti Kyndli. Um verjurnar og málverjarnir fara at seta dagsskránna aftur hesaferð er ilt at siga, men tað bendir á ein javnan og spennandi dyst. H71 hevur ikki tapt síðani fyrst í november, og kann koma upp undir liðuna á Neistanum við sigri í kvøld.
Fyrsta bríksl í Stórhøllini verður klokkan 20.00,
Støðan í Okkara-deildini:
1.VÍF 21 (15 dystir)
2.Neistin 20 (14 dystir)
3.H71 18 (13 dystir)
4.Kyndil 17 (14 dystir)
5.KÍF 14 (15 dystir)
6.StÍF 8 (14 dystir)
7.Team Klaksvík 2 (15 dystir)
Hondbóltur
Kyndil og H71 hitttast til spennandi dyst í kvøld
Kyndil tekur ímóti H71 og skal royna at varðveita 4. plássi.
Kyndil skal royna at trekkja frá KÍF aftur, men talan er um eina torføra uppgávu hjá Rógva Dal-Christiansen og teimum grønu í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2019-01-17 14:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald