Hondbóltur

Kyndil og KÍF eru í hálvfinaluni

Bastu ávíkavist StÍF og Neistan á Hálsi í dag. Hálvfinalurnar í Burn-deildini eita harvið VÍF-KÍF og H71 - Kyndil.

Neistin fekk ikki forða kollfirðingum í at taka hálvfinaluplássið í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Neistin fekk ikki forða kollfirðingum í at taka hálvfinaluplássið í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-07 22:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær báðar fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini vórðu spældar í dag í Høllini á Hálsi.

Tann fyrra var millum Kyndil og StÍF. Talan var um ein javnan dyst, men har Kyndil størsta partin av tíðini hevði yvirtakið. StÍF hevði møguleikan at javna, tá eini tjúgu sekund vóru eftir. StÍF fekk brotskast, men skotið hjá Pæturi Barclay rakti tvørtrøðið. Ístaðin fór Kyndil fram og avgjørdi við málinum til 31-29. Danin William Skovsager var stóri maðurin. Danski bakkurin hjá Kyndli skoraði 15 mál.

Sí allar málskjúttar og dystargongd her

Í hinari fjórðingsfinaluni var KÍF omaná allan vegin móti Neistan og vann at enda við fimm málum. Harvið fekk KÍF partvíst lønt Neistanum hálvfinaluósigurin í steypakappingini aftur.

Sí allar málskjúttar og dystargongd her

Í hálvfinalunum skulu kollfirðingar spæla móti steypavinnarunum og FM-favorittunum úr Vestmanna. Kyndil skal royna at knógva føroyameistarunum, H71.

Fjórðingsfinalurnar í Burn-deildini
Í dag, sunnudagin 07.04

Kyndil - StÍF 31-29 (17-15) - Sí fleiri tøl her
Neistin - KÍF Sí fleiri tøl her

Hálvfinalurnar:
VÍF - KÍF
H71 - Kyndil

Her er tað best av trimum - fyrstu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin/hósdagin í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder