Hondbóltur

Kyndil vann í spennandi grannauppgerð

Kyndil fekk síni fyrstu stig í ár, og H71 hevur framvegis fult stigatal.

Bára K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli í ársins fyrsta sigri. H71 og Maria H. Weyhe sigraðu eisini í dag
(Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Bára K. Hansen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli í ársins fyrsta sigri. H71 og Maria H. Weyhe sigraðu eisini í dag (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

2018-10-14 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í SMS-deildini vóru lidnir fyri løtu síðani.

Á Høllini á Hálsi vann Kyndil í tættari grannauppgerð ímóti Neistanum. Fyrru hálvleikur var sera málfátækur; Maja í Neista-málinum, ið er fyrrverandi málverji hjá Kyndli, og nýggji málverjin hjá Kyndli, Jovana Stranjanac stóðu sera væl. 

Tað var javnt allan vegin. Kyndil hevði eina eitt máls-leiðslu í hálvleikinum, og Neistin megnaðu ikki at vinna seg framum. Kyndil vann 21-19, og er nú á talvuni.

Í Hoyvík vitjaði StÍF, og tað gjørdist kanska javnari enn væntað var áðrenn. StÍF var væl við í dystinum ímóti oddaliðnum, og var á odda í løtum í 1. hálvleiki. Men H71 var tað sterkarI; hoyvíkskvinnur komu væl út til 2. hálvleik, og vunnu at enda við fýra málum.

Maria Halsdóttir Weyhe gekk av álvara á odda fyri H71. Hon skeyt 12 mál. Hjá StÍF var Emma Lerche eyðsýnd við sínum 10 málum.

Somu uppgerðir í Okkara-deildini eur í gongd nú.

4.umfar: 
Neistin - Kyndil 19-21(8-9)
H71 - StÍF 29-25 (13-12)

Støðan í SMS-deildini:
H71 8
VÍF 4 *
Neistin 4
Stjørnan 3 *
Kyndil 2
StÍF 1

*Leikt ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder