Hondbóltur

Kyndil vann stórsigur á H71

Kyndlakvinnur vóru annars aftanfyri við tveimum málum í steðginum, men vunnu 44-34.

Turið Arge Samuelsen var stórspælandi og skoraði 21 mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen var stórspælandi og skoraði 21 mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-03 19:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein dystur var leiktur í landskappingini hjá kvinnum í hondbólti. Talan var um oddadyst, har H71 og Kyndil sum undan dystinum bæði høvdu seks stig á deildum fyrsta plássi, brustu saman.

Hoyvíkskvinnur byrjaðu annars væl og vóru í fleiri førum á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, eina løtu við trimum.

Støðan í steðginum var 19-17 til H71, men í seinna hálvleiki var tað eitt hamskift kyndilslið, sum kom á vøllin.

Eftir stutta løtu løgdu kyndilskvinnur seg á odda, og komu fram um við sjey málum aftaná bara tíggju minuttir.

Sum seinni hálvleikur leið økti Kyndil um munin, og dysturin endaði 44-34.

Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 21 málum. Maria Halsdóttir Weyhe gjørdist toppskjútti hjá H71 við sjey málum.

[object Object]

[object Object]

Síggj dómaraseðilin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder