Í vikuskiftinum hevði kvinnulandsliðið venjingar í Hoyvík og Vestmanna við nýggja íslendska venjaranum, Ágúst Jóhansson. Av hesari orsøk lá landskapping still, men í kvøld verður hon tikin uppaftur.
Les eisini: Fyrstu venjingarnar við Ágúst
Tað eru tvey lið uttan sigur, ið hittast í KÍ-høllini. Øll liðini í SMS-deildini hava spælt tveir dystir. Stjørnan fekk sítt fyrsta stig í 2. umfarið, tá klaksvíkskvinnur vitjaðu á vestara armi á Skálafjørðinum. Stjørnan hevur harvið eitt stig, meðan Kyndil er einsamalt á aftasta plássið við ongum stigið. Kyndil er í gongd við eitt umskifti á liðnum, og hevur tapt greitt ímóti H71 og VÍF, ið hava fult stigatal.
Bæði liðini síggja helst sín møguleika fyri at fáa sín fyrsta sigur í kvøld. Dysturin í KÍ-høllini byrjar klokkan 18.30.
Hondbóltur
Kyndil vitjar í Klaksvík í kvøld
Fyrsti dystur í 3. umfarið í SMS-deildini verður leiktur í kvøld.
2018-10-04 14:51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald