Hondbóltur

Kyndilskvinnur fáa svia sum høvuðsvenjara

Pether Krautmeyer er settur sum høvuðsvenjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Kyndli.

(Mynd: Kyndil)

(Mynd: Kyndil)

2025-07-14 14:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kyndil hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kvinnurnar. Talan er um Pether Krautmeyer úr Svøríki, ið eisini kemur at virka sum ungdómsmennari, skrivar felagið.

- Nevndin hevur seinastu tíðina leitað eftir einum nýggjum høvuðsvenjara til kvinnurnar, ið eisini skuldi vera virkin í ungdómsarbeiðnum, soleiðis at flytingin millum yngri deildirnar og bestu deildina, verður fyrireikað og framd á bestan hátt. Við Pether hava vit funnið eina spennandi loysn, og sum kemur við drúgvum royndum, sigur Heini Poulsen Hellisdal, formaður í Kyndli.

Pether Krautmeyer er 56 ára gamal, kemur úr Svøríki, og hevur millum annað verið hjálpar- og høvuðsvenjari í Holstebro Håndbold frá 2008 til 2023. Umframt at hava tikið sær av fremstu deildunum, hevur hann eisini vant ungdómsdeildir.

Pether hevur eisini lokið útbúgvingina sum styrkivenjari, sum kvinnurnar eisini fáa ágóðan av. Nýggi venjarin kemur til Føroya seinni í mánaðinum, sigur Kyndil.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndilskvinnur gjørdust steypavinnarar seinasta kappingarár og vunnu eisini grundspælið í landskappingini. Í FM-finalunum blivu tær grønu koppaðar av hoyvíkskvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder