Hondbóltur

Kyndilskvinnur annað beinið í hálvfinaluni - púra opið í klassikaranum

Vestmenningar vunnu við einum á Hálsi í fyrru hálvfinaluni. Áðrenn spennandi mansdystin vunnu steypavinnararnir hjá kvinnum við tíggju málum á Stjørnuni.

Dánjal Ragnarsson varð toppskjútti hjá VÍF í sigrinum á Hálsi í gjár. Sum nú er, sær út til at VÍF og H71 skulu hittast í steypafinalunum, men alt er framvegis opið í báðum hálvfinalunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson varð toppskjútti hjá VÍF í sigrinum á Hálsi í gjár. Sum nú er, sær út til at VÍF og H71 skulu hittast í steypafinalunum, men alt er framvegis opið í báðum hálvfinalunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-14 08:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra tær fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingunum hjá teimum vaksnu eru nú spælar.

Støðurnar eru hesar:

Hálvfinalurnar hjá kvinnum

Mikudag 12. februar
Neistin – H71 21-22 (11-12)
Toppskjúttar: Bjørk F. Joensen 7 mál (Neistin), Elsa Egholm 6 mál (H71) 

Sí eisini: (Myndir) Hoyvikskvinnur vunnu við einum máli

Í gjár, hósdagin 13. februar
Kyndil – Stjørnan 39-29 (19-10)
Toppskjúttar: Bjarta Osberg Johansen og Bára Krossteig Hansen (Kyndil) 8 mál - Durita Karlsdóttir Ljósstein (Stjørnan) 8 mál 

Sí dómaraseðil

Seinnu dystirnir:

Leygardagin 15. februar
17:00 H71  – Neistin (22-21)

Sunnudagin 16. februar
15:00 Stjørnan – Kyndil (39-29)

Hálvfinalurnar hjá monnum

Mikudagin 12. februar
KÍF – H71 21-23 (10-10)
Toppskjútti: Brian Slyne (H71) 12 mál 

Sí eisini: Liðini hjá H71 vunnu sær fyrimunin

Í gjár, hósdagin 13. februar
Kyndil – VÍF 30-31 (15-14)
Toppskjúttar: William Skovsager (Kyndil) 11 mál og Dànjal Ragnarsson (VÍF) 7 mál

Sí dómaraseðil her

Seinnu dystirnir:

Leygardagin 15. februar
19:00 H71 – KÍF (23-21)

Sunnudagin 16. februar
19.00: VÍF – Kyndil (31-30)

Eftir heimadystirnar hjá Kyndlisliðnum í gjár er tað nærum greitt, at kvinnurnar aftur skulu í steypafinaluna, og at tað er ógvuliga spennandi undan mansdystinum í Vestmanna sunnukvøldið. Tað var heilt tætt á Hálsi í gjárkvøldið, har VÍF at enda dró longra stráðið. Óla Jákup Gaard Olsen skoraði avgerandi málið í seinasta minutti.

Um vikuskiftið verða seinnu hálvfinalurnar spældar.

Fylg við livescore á Portal.fo-forsíðuni til allar dystirnar í bestu deildunum og steypakappingini. Til ber at stroyma allar dystirnar fyri eitt gjald - ella við haldi, á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder