
Katowice, Pólland (Portalurin): Venjararnir hava fyrireikað spælararnir - nú snýr tað seg um at avrika.
Man hevur droymt um at spælt eitt seinasta endaspæl og at standa seg væl har - nú er fyrsti stóri snávingarsteinurin har.
Áður tá Føroyar hava verið við í U21 HM - í 2017 og 2023 - er man komin víðari. Hesaferð er bólkurin sum heild tættari, og Føroyar komu í roynd og veru inn í niðasta styrkislagi. Tað hevði tó verið eitt veruligt vónbrot fyri liðið, um man ikki megnaði at koma víðari.
Kravið til føroysku U21-dreingirnar er greitt: Man skal vinna stig móti Rumenia, annars kann Ísland yvirhála og koma víðari ístaðin seinnapartin - við nóg stórum sigri á Norðurmakedónia. Munurin er í løtuni tvey stig og níggju mál.
Vinnur man á Rumenia, so er 1. plássið tryggjað, umframt tvey stig við víðari.
Sí eisini: Djóni Gaard Joensen: - Ein sigur í morgin hevur so at siga alt at siga
Sí eisini: Føroyar hava alt í egnum hondum í HM-bólkinum
Sí eisini: Danmark og Frakland bíða í meginumfarinum
Rumenia hevur vunnið á bæði Norðurmakedónia og Íslandi. Móti Norðurmakedónia var tað í evstu løtu. Tað er serliga spælskiparan Daniel Stanciuc - nummar 44 - sum føroyingar skulu halda vakið eyga við í dag. Verjan skal sita betri enn móti íslendingum, og loysnin verður ein hægri verja, staðfestir Djóni Gaard Joensen fyri Portalinum.
Í álopinum verður tað allarhelst 7 móti 6 við Óla Mittún í miðdeplinum. HM-toppskjúttin og hinir hava syrgt fyri samanlagt 68 málum í tveimum teimum fyrstu dystunum.
Tapa Føroyar, so skal man bíta negl í nakrar tímar og halda við Norðurmakedónia. Ungu menninir eru uppsettir uppá at fáa alt í rættlag sjálvir um nakrar tímar.
Til ber at fylgja við í okkara beinleiðis bloggi, sum letur upp klokkan 9.45. Dysturin byrjar klokkan 10.45 og kann stroymast - leinkja verður eisini løgd út á bloggin.
Dystarskráin fyri seinasta 3. og seinasta umfar sær soleiðis út:
Í morgin, leygardagin 21. juni
10.45: Føroyar - Rumenia
13.00: Ísland - Norðurmakedónia
Støðan í bólki F eftir 2. umfar:
1. Rumenia 4 stig (Víðari)
2. Føroyar 3 stig (+5)
3. Ísland 1 stig (-4)
4. Norðurmakedónia 0 stig (úti)
Um Føroyar og Ísland enda jøvn í stigum, snýr tað seg um samlaða málúrtøku. Har hava Føroyar í løtuni fyrimun upp á níggju mál
Les eisini:
Eyðbjørn slapp loksins at spæla í einum HM-endaspæli
Heini og Hávardur royna at halda pulsinum niðri tá synirnir spæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald