
Katowice, Portalurin (Portalurin): Hann er smílandi, lættur og prátingarsamur, tá vit seta okkum niður í móttøkuhølinum á Novotel gistingarhúsinum, tætt við miðbýin í "HM-býnum" hjá Føroyum.
Tað er ei undur í. Eyðbjørn Heini Danielsen fekk húgvuna frá Miðnámi í Vestmanna fyri júst einari viku síðani, og nú hevur hann spælt sínar fyrstu HM-dystir.
Tað skuldi hann eisini fyri tveimum árum síðani. Vestmenningurin - ella válamaðurin - hevði fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá VÍF og var úttikin til U19 HM har hann skuldi hava sín leiklut í serliga føroyska verjupartinum.
Men hetta varð av ongum.
- Tá vit komu til Kroatia vóru trupulleikar beinanvegin, tá vit skulu "cheka" inn, har vit búðu. Síðani fekk Rani (liðleiðarin, red.) at vita á fundi, at eg als ikki var á listanum. Og vit fingu at vita, at eg ikki kundi spæla fyrsta dystin. So hugsaði vit "fínt slag", men tað varð so, at eg als ikki slapp at spæla í HM-endaspælinum.
Eyðbjørn greiðir frá, at IHF hvørki var til at høgga at stinga í, hóast umboð úr Hondbóltssambandinum royndu sítt ítarsta at ringja og skriva teldupostar.
- Man fann ongantíð júst útav, hvør orsøkin var, men eg stóð so á. Og soleiðis var tað.
Eyðbjørn Heini Danielsen helt á at venja saman við liðnum og stuðla av áskoðaraplássinum. Her tosar hann við Høgna Højsted um onkra verjustøðu (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Tá hann ikki spælir, er Eyðbjørn íðin at stuðla sínum liðfeløgunum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Nú, smá tvey ár seinni, viðurkennir vestmenningurin, at hetta var hart at fáa at vita - at tað var veruleikin eftir harða arbeiði og túrin niður. Men hann royndi at fáa nakað burturúr og at stuðla liðnum, sum hann kundi. Millum annað vandi hann við og rópti av áskoðaraplássunum.
- Eg hugnaði mær eisini á áskoðaraplássinum og royndi at koyra á teir, sigur hann smílandi.
Sí eisini: Heini og Hávardur royna at halda pulsinum niðri tá synirnir spæla
Stuttligt at hava leiklut hesaferð - kunnu koma langt
Eyðbjørn Heini Danielsen hevur sínar sereginleikar í verjuspælinum. Hesaferð stóð hansara navn á listanum, og serliga í góða 2. hálvleikinum móti Norðurmakedónia hósdagin, hevði hann sín
- Tað var stuttligt og kendist væl - heldur serstakt at spæla HM og deiligt at hjálpa liðnum.
Eyðbjørn (nummar 13) og hinir blokera eitt skot hjá norðurmakedónum (Mynd: IHF/Kolektiff)
Føroyar spæla avgerandi dyst móti Rumenia í morgin, har víðari pláss er uppá spæl. VÍF-spælarin sigur, at dysturin móti Íslandi í gjár var tungur, men at liðið er til reiðar til at loysa uppgávuna móti Rumenia í morgin: Tað kann vera ógvuliga umráðandi víðari í kappingini at vinna dystin - og ikki "bara" fáa stig.
Sí eisini: Føroyar hava alt í egnum hondum í HM-bólkinum
Sí eisini: Danmark og Frakland bíða í meginumfarinum
Men hvussu langt kunnu Føroyar so koma í hesum endaspælinum, spyrja vit Eyðbjørn at enda:
- Tá vit raka okkara toppstig, eru vit millum tey bestu í heiminum í hesum aldrusbólkinum. So alt kann henda
Hoyr alla samrøðuna við hann omanfyri
Føroyar spæla seinasta HM-bólkaspælsdystin móti Rumenia í morgin, leygardagin 20. juni, klokkan 10.45. Eitt stig er nóg mikið til at koma víðari - ein sigur gevur Føroyum tvey stig víðari í meginumfari. Portalurin verður á staðnum og fylgir gongdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald