Spania og Frakland í aðrari hálvfinaluni. Spurningurin er so, hvørji lond vera í hinari EM-hálvfinaluni (mikukvøldið).
Ongland og Niðurlond eru favorittar í fjórðingsfinalunum. Tey eru størri fótbóltstjóðir enn Sveis og Turkaland. Sveis hevur tó víst meira enn liðið hjá Gareth Southgate í Týsklandi, og turkar bastu eyskurríkarum. Landið var í EM-hálvfinalu í 2008 og HM-hálvfinalu í 2002 og hevur, serliga vegna stóra talið av turkiskum íbúgvum í Týsklandi, stóran stuðul á áskoðaraplássinum.
Stórur turkiskur fagnaður í sambandi við áttandapartsfinalusigurin á Eysturríki (Myndir: EPA)
Merih Demirial skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum á Eysturríki týskvøldið. Turkiskt hetja, men hendan heilsanin eftir seinna málið, verður skýrd at vera "ultra-nationalistisk". Hon kostar Demiral fjórðingsfinaluna (Mynd: EPA)
Eyðkendu fólkini í appelsinlittum gera sanniliga eisini sítt á áskoðaraplássunum, og verður helst talan um ein inntensan dyst í heilt nógvum larmi í Berlin í kvøld. Niðurlond spældu ógvuliga væl móti Rumenia, og nú skal næsta stigið takast.
Tað hevur skapt nógv rumbul, at UEFA hevur revsað tvífalda málskjúttan í turkiska sigrinum á Eysturríki. Merih Demirial gjørdi eina politiska heilsan, sum svarar til ein flokk á uttasta høgra vonginum, eftir annað málið. UEFA slær ofta hart niður á slíkt, og av tí at tað er "ultra-nationalistiskt" fekk miðvejin tveir-dagar leikbann og spælir harvið ikki í kvøld. Stór øsing í Turkalandi um hetta, og ein roynd varð gjørd at kæra.
Hóast leikbann fær Bellingham spælt - enska stjørnan skal bara sita ein landsdyst yvir innan næsta árið (Mynd: EPA)
Turkar vísa millum annað á Jude Bellingham hevur fingið leikbann eftir sín málfagnað í dramatisku áttandapartsfinaluni móti Slovakia. Hetta var einki politiskit, men bara óhóskandi, og UEFA valdi, at tað ikki skal ávirka EM-luttøkuna hjá stóru stjørnuna. Tað er at gera mismun, vísa tey í Turkalandi á.
Bellingham kann gera stóran mun móti Sveis, ið er vælskipað. Tað fer at geva Southgate og hansara monnum trupulleikar í Düsseldorf, har Ongland helst fer at spæla við trimum miðverjum. Ongland skal loysa ymiskt, sum ikki hevur eydnast higartil, um liðið aftur skal koma í eina EM-hálvfinaluna.
EM 2024 fjórðingsfinalur
Í dag, leygardagin 6. juli
17.00: Ongland - Sveis (Düsseldorf)
20.00: Niðurlond - Turkaland (Berlin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald