Tað gjørdist sum væntað tvær spennandi og tættar fjórðingsfinalur í dag, har fýra evropeisk fótbóltsstórveldi spældu.
Tvey tey mest vinnandi londini í EM-søguni spældu í Stuttgart. Spania var nakað omaná, og fimm minuttir eftir steðgin legði 16-ára gamli Lamine Yamal væl upp til Dani Olmo. Málskjúttin varð innskiftur fyri skadda Pedri, sum Toni Kroos gjørdi skaddan við takkling tíðliga í dystinum.
Yrkisleiðin hjá Kroos varð longd, tá Florian Wirtz javnaði í 89. minutti við góðum máli. Stór týsk frøi, men í 119. minutti vórðu hjørtini í heimaleguni knúst, tá innskifti Mikel Merino stútaði bóltin í máli: Spania í EM-hálvfinalu, eins og í 2021. Talan hevur helst verið um best spælandi liðið samanlagt í endaspælinum.
Toni Kroos takkaði fyri seg sum fótbóltsspælari á hægsta stigi (Mynd: EPA)
Hendan heiðurin fær Frakland so ikki. Hóast onkrar fínar støður yvir 120 minuttir í kvøld, var Portugal omaná í spæli, og í mun til undirhaldsvirði er Frakland ikki júst favoritturin hjá teimum flestu.
Ikki tí; verjuparturin er krútsterkur, og Portugal spældi aftur 120 minuttir uttan at skora. Ronaldo og aðrir skoraðu í brotssparkskappingini, men hesaferð bjargaði Diogo Costa einki: Fimm franskir skjúttar vóru púra tryggir, og Joao Felix hjá Portugal skeyt á stongina.
Innskifti Felix tann einasti sum brendi (Mynd: EPA)
Fraklendingar fegnaðust: Fremst er William Saliba, sum hevur skarað framúr í miðverjuni í endaspælinum. Liðið hevur bert latið eitt mál inn (Mynd: EPA)
EM-fjórðingsfinalur
Í dag, fríggjadagin 5. juli
Týskland - Spania 1-2 eftir longda leiktíð (1-1eftir vanliga leiktíð)
Frakland - Portugal 5-3 eftir brotsspørt (0-0 eftir vanliga og longda leiktíð)
Í morgin, leygardagin 6. juli
17.00: Ongland - Sveis (Düsseldorf)
20.00: Niðurlond - Turkaland (Berlin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald