Aftaná oddabrakið í SMS-deildini hjá kvinnum í kvøld, er enn ein áhugaverdur dystur á skránni í høllini í Vestmanna, tá A-landsliðið hjá monnum spælir ímóti einum úrvalsliði úr Okkara-deildini. Hetta er liður í fyrireikingini til HM undankappingina, sum verður í Luksemborg í januar.
Í hópinum hjá føroyska landsliðinum er Filip Jojic úr VÍF. Filip kom til Føroyar fyri níggju árum síðani, og hann hevur verið toppskjútti á hvørjum árið síðani. Enn hevur Filip ikki ríkisrættarligu pappírini uppá pláss, men hann sigur við in.fo, at hann vónar at tað kemur uppá pláss áðrenn jól.
Dysturin ímillum A-landsliðið og úrvalsliðið byrjar klokkan 20.00 í kvøld.
Hópurin hjá landsliðinum sær soleiðis út:
Nicholas Satchwel – Neistin
Tóraldur Kollsker - FIF (DK)
Tórður Guttesen – Kyndil
Rói Berg Hansen - FIF (DK)
Leivur Mortensen - H71
Rúni Joensen – KÍF
Filip Jojic – VÍF
Tróndur Mikkelsen – Neistin
Brandur Halgirsson - AJAX København (DK)
Jónas Gunnarsson Djurhuus - FIF (DK)
Áki Egilsnes - KA Akureyri (ÍS)
Kjartan Johansen - Viking Stavanger (NO)
Peter Krogh - H71
Vilhelm Poulsen - H71
Allan Norðberg - KA Akureyri (ÍS)
Nicklas Selvig – KÍF
Helgi Hildarson Hoydal - Viking Stavanger (NO)
Rókur Akralíð - HEI (DK)
Rógvi Dal Cristiansen – Kyndil
Pætur Mikkjalsson - H71
Teir ið manna úrvalsliðið eru:
Mladen Mjerimacka – VÍF
Joakim Jürs – KÍF
Sjúrður Olsen – VÍF
Janus Dam - H71
Anders Risdal – Kyndil
Elias á Skipagøtu - H71
Tummas Pauli Hanusarson – Kyndil
Pauli Mittún - H71
Rune Olsen – Neistin
Sakaris Sakarisson - H71
Hjalti Mohr Jakobsen – Kyndil
Dánjal Ragnarsson – Neistin
Bogi Hansen - H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald