Fótbóltur

Langt síðani at so nógv var uppá spæl

Nú seinnapartin hittast arvafíggindarnir Manchester United og Liverpool til sera týðandi dyst á Old Trafford.

United og Liverpool skul stríðast fyri stigunum í dag
(Mynd: EPA)

United og Liverpool skul stríðast fyri stigunum í dag (Mynd: EPA)

2019-02-24 12:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast liðini hittust var klassamunur. 17. desember á Anfield vann Liverpool 3-1, og hetta var ein staðfesting av, at Liverpool var greitt frammanfyri United uppá nógvar mátar. Hetta var fyrst ferð, at Jürgen Klopp seinasti dystur hjá Jose Mourinho a odda fyri Manchester United. Nakrar dagar seinni varð Ole Gunnar Solksjær settur sum fyribils venjari, og norðmaðurin hevur ført United til 11 sigrar í 13 dystum í øllum kappingum.

Liverpool jagstrar sítt fyrsta Premier League-heiti nakrantíð. Liðið hjá Klopp hevur eins nógv stig sum Manchester City men hevur leikt ein dyst færri. Liverpool hevur harvið alt í egnum hondum, og uppgávan á Old Trafford er tann á pappírinum mest torføra restina av árinum; tó hevur Liverpool heimdystir ímóti Tottenham og Chelsea eisini. Í gjár misti Tottenham eitt týðandi fet í oddastríðnum.

United stríðist fyri fjórða plássinum og liggur í løtuni á Champions League-plássinum. Chelsea spælir ikki í Premier League hetta vikuskifti, tí Carabao Cup finala ímóti Manchester City er á skránni. United kann harvið leggja tryst á. Arsenal, ið eins og Chelsea er eitt stig aftanfyri, tekur í dag ímóti Southampton. Tá liðini hittust í Suðuronglandi í desember vann Southampton, sum í løtuni liggur niðurundir strikuni. 

Tað plagar at vera inntenst, og tað verður tað allarhelst aftur í dag. Liðini hava ógvuliga nógv uppá spæl, serliga Liverpool, og vilja ógvuliga gjarna vinna á hvør øðrum. Eingin grriðir favorittur er, men væntast kann ein ógvuliga tættur dystur. 

Hjá United verða Anthony Martial og Nemenja Matic allarhelst ikki við. Jess eLingard spælir møguliga ein leiklut. Hjá Útiliðnum er Dejan Lovren ivasamur. 

14.05:  Manchester United - Liverpool 
            Arsenal - Southampton

Í gjár: Burnley - Tottenham 2-1 (0-0)
           Bournemouth - Wolves 1-1 (1-0)
           Newcaslte - Huddersfield 2-0 (0-0)
           Leicester - Crystal Palace 1-4 (0-1)

Fríggjadagin: Cardiff - Watford 1-5 (0-1)
                       West Ham - Fulham 3-1 (2-1) 

Manchester City 

 

65 stig

2

Liverpool *

 

65 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

60 stig

4

Manchester United *

 

51 stig

5

Arsenal *

 

50 stig

6

Chelsea *

 

50 stig

7

Watford 

 

40 stig

8

Wolverhampton

 

40 stig

9

West Ham *

 

36 stig

10

AFC Bournemouth

 

34 stig

11


Everton

 

33 stig

12

Leicester

 

32 stig

13

Crystal Palace

 

30 stig

14

Burnley

 

30 stig

15

Newcastle

 

28 stig

16

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

17

Cardiff 

 

25 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham *

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder