Í løtuni venur landsliðið á Tórsvølli, eins og gjørt varð í gjár og mánadagin, og stutt aftaná gongur leiðin vestur á flogvøllin.
Flogið verður fyrst við rutuni niður til Keypmannahavnar. Hópurin skal bíða eina løtu í Kastrup, áðrenn leiðin gongur víðari til moldoviska høvuðsstaðin. Flogið verður tíðliga í kvøld við leiguflogfari, og tað tekur nakrar tímar at flúgva til Chisnau.
Sí eisini: Gilli: Havi sovið illa fleiri nætur - nú kann eg av álvara anda aftur
Moldova er tveir tímar frammanfyri Føroyar í tíð, so klokkan verður nógv, tá landsliðshópurin, onnur umboð fyri FSF og miðlarnir koma fram á gistingarhúsið í býnum, har nakað av ófriði hevur verið seinastu tíðina. 
Håkan Ericson og FSF hava avgjørt at fyrireika seg nakrar dagar í Føroyum fyrst, og hava teir síðani mánadagin á middegi hildið til á Hotel Føroyum. Ein venjing er á skránni í Moldova áðrenn dystin, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 - klokkan 21.45 lokala tíð.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/03/21/890x590/1679405430z7bj742ud5.jpg)
Håkan Ericson til venjing í gjár. Sviin hoyrdist væl, og nú skulu hann og toymi leggja seinastu hond á fyrireikingarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin er við á ferðini, og vit fara framhaldandi at hava ymiskt tilfar úr landsliðsleguni.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald