Fótbóltur

Laurent Koscielny gevst á franska landsliðinum

Arsenal leikarin leggur eftir landsliðsvenjaranum.

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2018-10-15 07:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arsenal verjuleikarin Laurent Koscielny gevst á franska landsliðinum. Men hetta fer ikki stillisliga fram.

Koscielny boðaði í gjárkvøldið frá, at hann gevst á franska landsliðinum, tí at hann følir seg gloymdar.

Leikarin sleit hælsinuna í Europa League hálvfinaluni í mai, og var tí ikki við til HM í Russlandi í summar, har Frakland gjørdist heimsmeistarar.

Nú sigur Koscielny, at hann var gloymdur, tá hann ikki var ein partur av landsliðinum.

- Tá tú ert í góðum formi hevur tú eina rúgvu av vinum. Men tá tú ert skaddur.. tá ert tú gloymdur í tí tíðarskeiðinum, sigur Koscielny sambært BBC.

Leikarin sigur, at hann hoyrdi frá franska landsliðsvenjaranum Didier Deschamps, tá hann hevði føðingardag í september. Fyriuttan tað hevur einki samband verið teirra millum. Koscielny sigur, at hann er vónbrotin av nógvum fólkum.

32 ára gamli Koscielny spældi 51 dystir fyri Frakland. Hann var við í HM í 2012 og 2016 og var við í HM í 2014. Seinasti landsdystur hansara var í mars, tá Frakland vann 3-1 á Russlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder