
Víkingur hevur í dag kunngjørt broytingar í venjarasamansetingini: Strandingurin Ólavur Mikkelsen fer eftir tvey ár og tvey silvurheiðursmerki sum 1. deildarvenjari at vera hjálpavenjari hjá Jóhan Peturi Poulsen - Rasmusi Nolsøe gevst í felagnum. Inn kemur vágbingurin Poul N. Poulsen. Hann hevur tvey tey seinastu árini staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá NSÍ og vann í fjør steypakappingina. Nú skal hann venja næstbesta liðið hjá Víkingi.
Les eisini: Ólavur avloysir Rasmus sum hjálparvenjara
Seinastu dagarnar hevur Víkingur eisini kunngjørt Poul Kallsberg, ið skiftir frá Skála, fyrr í vikuni at ársins ungi leikari og landliðsleikarin Noah Mneney hevur longt sáttmálan við felagið, og síðani at nógvir lokalir leikarar halda fram.
Talan er um tríggjar leirvíkingar: 35-ára gamla sterka áleyparan Andreas Lava Olsen, ið hevur umboðað Víking tað mesta av tíðini síðani stovnanina, stinna unga málverjan Bárð á Reynatrøð, sum í morgin fer við A-landsliðnum á fyrsta sinni, og 21-ára gamla vinstrabeinta Inga Jonhardsson, ið hevur nógva ferð og sum kann spæla á bakkinum og á vonginum.
Ingi Jonhardsson hevur undriskrivað sáttmála fyri 2023 (Mynd: vikingur.fo)
Arnbjørn Svensson - her sum høgri vongur í Conference League-dysti á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Ein annar, sum í steypafinaluni aftur veruliga vísti, at hann kann spæla fleiri pláss væl, er Arnbjørn Svensson. 23-ára gamli tekniskt gávaði leikarin úr Syðrugøtu er upprunaliga sentralur miðvallari, men hevur eisini spælt nógvar góðar dystir á hægsta stigi sum høgri vongur, og er møguliga ein framtíðar miðverji - í finalusigrinum á KÍ fyri tveimum vikum síðani spældi hann væl undir liðuni á Gunnari Vatnhamar, og málið varð hildið roynt. Hann hevur eins og málverjin, Bárður á Reynatrøð, skrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Greitt er eisini, at gøtumaðurin Páll Eirik Djurhuus hevur skrivað undir sín fyrsta sáttmála við Víking
Soleiðis skrivar Víkingur um leikaran, ið man í felagnum gleðir seg at síggja meira til. Páll Eirik hevur spælt 42 dystir í 1. deild hjá monnum og kom fyrr í ár inn í dysti móti Undrinum í kappingini um Løgmanssteypinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/11/12/890x590/1668275501bnfqtsfstm.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald