placeholder
Fótbóltur

Leicester hevur lagt seg á odda í Premier League

Eitt Jamie Vardy-brotsspark tryggjaði Leicester trý stig - Manchester City og Liverpool fingu eitt stig hvør í stórdystinum.

Vardy skoraði einsamalla málið á King Power Stadion (Mynd: EPA)

Vardy skoraði einsamalla málið á King Power Stadion (Mynd: EPA)

2020-11-08 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga tætt í oddinum í Premier League, og tað er ikki vorðið minni spennandi eftir dystirnar í dag.

Tottenham legði út við at vinna 1-0 á West Bromwich við einum Harry Kane-máli seint í dystinum.

Síðani fylgdu Leicester og Jamie Vardy upp. Heimaliðið fekk tíðliga í dystinum brotsspark, tá bólturin kom í armin á einum Wolves-leikara, og VAR dømdi brotsspark, ið Vardy trygt umsetti til mál. Áleyparin fekk enn ein møguleika seinni í hálvleikinum, men hesaferð bjargaði Rui Patricio royndini. Wolves fekk tó einki burturúr dystinum, og Leicester legði seg á odda í Premier League.

Liðið hjá Rodgers verður oddalið eftir 8. umfar. Tað er greitt, eftir at Liverpool og Manchester City spældu javnleik á Etihad. Utiliðið byrjaði greitt betri, og eftir tólv minuttir feldi Kyle Walker Sadio Mané,og Mohammed Salah smekkaði bóltin í málið úr ellivu metrum. City mentist tó, og eftir hálvan tíma fann Kevin De Bruyne Gabriel Jesus, áleyparin vendi sær í brotsteigin og prikaði bóltin í málið.

[object Object]
Jesus javnaði fyri City (Mynd: EPA)

Seinasta tímin hendi ikki so nógv, men heimaliðið hevði stutt fyri hálvleik møguleikan at leggja seg á odda, tá bólturin kom í armin á Joe Gomez í brotsteignum. Dómarin fór at hyggja, peikaði á blettin, men De Bruyne skeyt framvið. City hevði bóltin meira, men skapti lítið, og Liverpool vildi ikki so nógv frameftir, men var vælskipað. Bæði liðini tyktust rímiliga nøgd við javnleikin. Liverpool er beint aftanfyri Leicester, meðan City ikki er í ovaru hálvu í løtuni, men á 11. plássi.


Premier League
08.11

Tottenham - West Bromwich 1-0 (0-0)
88' Harry Kane 1-0

(14.00): Leicester - Wolves (1-0)
15' Jamie Vardy (br.)

Manchester City - Liverpool 1-1
13' Mohammed Salah (br.) 0-1
31' Gabriel Jesus 1-1

(19.15) Arsenal - Aston Villa

Støðan í oddinum:
1. Leicester 18 stig  
2. Tottenham 17 stig 
3. Liverpool 17 stig 
4. Southampton 16 stig
5. Chelsea  15 stig 

Arsenal kann koma upp á 15 stig við sigri í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder