Fýra dystir í 2. umfari eru leiktir seinnapartin. Her er ein samandráttur.
Á Eiði og á Skála vunnu favorittarnir. Tað var rímiliga javnt í byrjanini í Hólmanum, hóast B36 sat meira á spælinum. Tíggju minuttir fyri hálvleik sló fyrrverandi Skála-leikarin Brian Jacobsen til. Fyrsta málið hjá strandinginum í hvítu troyggjuni kom eftir frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg. B36 setti seg síðani av álvara á dystin, og í 2. hálvleiki økti Brian – uppleggi átti Árni aftur. Heimaliðið stríddi seg tó innaftur í dystin, men B36 helt fast og hevur harvið fult stigatal. Á Skála var heimaliðið omaná, og eins og í fjør høvdu teir appelsinlittu gott tak á “ikki top-fimm” liðið. Leiðslumálið kom mitt í 1. hálvleiki. Beint frammanundan hevði TB rakt stongina við fríspark, men tað var Søren B. Nielsen, ið skoraði í hinum endanum. Fimm minuttir seinni økti hin danin á Skála-liðnum. Eftir málið hjá Ronni kom sigurin hjá heimaliðnum ikki í vanda og kundi verið størri.
Í Gundadali loypti NSÍ hvøkk á, og longu í 7.minutti legði vælupplagdi Petur Knudsen NSÍ á odda. HB var meira á bóltinum, men útiliðið hevði gott tak á støðuni, og Búi Egilsson var nær við at økja við frálíkum langskoti fyri steðgin. Heimaliðið hevði ávísar trupulleikar at fáa spælið at koyra, men fekk í einum tíðarskeiðið í 2. hálvleiki lagt trýst á. Hetta førdi til útjavnandi málið, sum kom tíggju minuttir eftir steðgin. Adrian R. Justinussen royndi seg við einum av sínum eyðkendu fríspørkum mitt fyri, langt útifrá. Tórður Thomsen helt ikki bóltinum, Pætur Petersen semkkaði til uppá returbóltin, og bólturin sníkti seg umvegis Tórð og stólpan just innum mállinjuna.
1-1 var eitt úrslit, ið bæði liðini tyktist at vera rímiliga nøgd við; serliga útiliðið. NSÍ var nær við at taka sigurin í 87. minutti, tá ein stútari eftir gott hornspark endaði á stongini, og HB síðani fekk ruddað burtur í málteiginum. Stigdeiling millum íslendsku høvuðsvenjararnar
Myndir frá dystinum
Í Sarpugerði var málveistla og undirhald í 2. hálvleiki. Fyri steðgin var tað meira merkt av tí taktiska, og sum so oftast tá KÍ og Vìkingur spæla var talan um sera javna uppgerð. KÍ byrjaði í einari 5-3-2/3-5-2 leikskipan. Í 1. hálvleiki høvdu liðini hvør sín stóran málmøguleika. Jóannes K. Danielsen varð spældur væl innum verjuna, men fekk ikki heilt avsluttað, og Atli Gregersen skeyt uppum eftir deyðbóltsstøðu.
Tá ein tími var leiktur, legði Sølvi Vatnhamar heimaliðið á odda við skoti úr spískum. KÍ svaraði tó skjótt aftur; tað var eftir frálíkt uppspæl frá egna málið, sum endaði við at Patrik Johannesen hegnsiliga spældi innum verjuna til Jóannes Bjartalíð ið smekkað bóltin niður í longra málhorn. Nú gekk tað skjótt, og Heðin Hansen prikaði bóltin í málið eftir deyðbólt. Fýra minuttir seinni javnaði Deni Pavlovic eftir hornaspark, og 2-2 var endaliga støðan. Eitt úrslit, sum KÍ í støðuni kundi fegnast nakað meira um, og sum samsvaraði nøkulunda við leikgongdina.
AB vann 2-1 á ÍF í seinasta dystinum í dag. Les meira um hann her
Úrslit í 2. umfari:
EB/Streymur - B36 1-2 (0-1)
36’ Brian Jacobsen 0-1
64’ Brian Jacobsen 0-2
77’ Poul Grunnveit Olsen 1-2
Skála - TB 2-0 (2-0)
22’ Søren Nielsen 1-0
27’ Ronni Møller-Iversen 2-0
Víkingur - KÍ 2-2 (0-0)
61’ Sølvi Vatnhamar 1-0
67’ Jóannes Bjartalíð 1-1
70’ Heðin Hansen 2-2
74’ Deni Pavlovic 2-2
HB - NSÍ 1-1 (0-1)
7’ Petur Knudsen 0-1
56’ Pætur Petersen 1-1
AB - ÍF 2-1 (0-0)
61 'Bjarki Nielsen 1-0
83 'Bjarki Nielsen 2-0
86' Dávid Langgaard 1-2
Støðan eftir tvey umfør:
1. B36 (6 stig)
2. Víkingur (4 stig)
3. NSÍ (4 stig)
4. Skála (3 stig)
5. AB (3 stig)
6. TB (3 stig)
7. KÍ (2 stig)
8. HB (2 stig)
9. EB/Streymur (0 stig)
10. ÍF (0 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald