Hondbóltur

Leivur: EM-fyrireikingar og próvtøka hóska væl saman

Video: - Nú er fult fokus á EM. Havi sagt við hinar í lestrarbólkinum, at eg vónandi ikki verður tøkur restina av januar, sigur vinstri vongurin ur Hoyvík smílandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-08 22:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leivur Mortensen merkir veruliga stóra EM-áhugan, og soleiðis skal tað helst vera, sigur 24-ára gamli hoyvíkingurin. Vongurin staðfestir tó, at alt rundanum ikki skal fylla ov nógv hjá teimum í hópinum.

Hjá honum hevur ymiskt annað eisini fylt tíðliga í januar. EM er nummar eitt, men í síðstu viku noyddist Leivur líka til Keypmannahavnar til próvtøku.

Leivur Mortensen lesur HA almen (Ehvervsøkonomi) á CBS. Hetta samstundis sum hann spælir hondbólt á Frederiksberg - við FIF í næstbestu donsku deildini.

Hetta gekk væl, og nú kann Leivur hugsavna seg fult og heilt um endaspælið.

- Tey í flokkinum skilja ikki ordiliga, at man kann lesa á CBS og samstundis fyrireika seg til eitt EM-endaspæl.

Soleiðis segði vongurin við Portalin í desember. Nú sigur hann smílandi, at boðini til lestrarfelagarnir eru, at hann vónandi ikki verður tøkur aftur í januar; tí at Føroyar ætla at spæla nógvar dystir í Týsklandi.

Les eisini: Oyrasundsbúgvar á EM-liðnum: Tað verður ikki størri

Sí eisini: Tróndur Mikkelsen: Nú bíða vit bara at sleppa til Berlin

Sí eisini: Myndir: Seinasta venjingin áðrenn fráferð til Berlin

Sí eisini: Myndir: BankNordik stóð til at bresta

Sí eisini: Video: Landsliðsspælarararnir úr at gera

--

Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder