Tað skuldi fyrst koma klokkan 14.30 í gjár. Tað varð útsett til klokkan 16.50 vegna mjørka í Vágunum og síðani til klokkan 20. Hóast øll í ferðalagnum hjá RFS vóru komin út í leiguflogari í Riga, og hóast líkindini í Vágunum tá vóru batnaði munandi, so fór tað ikki avstað.
Les eisini:
Mótstøðuliðini hava trupult við at koma til Føroya
RFS kemur ikki til landið fyrrenn í morginárini
Siðani vísti listin hjá flogvøllinum í Riga, at flogfarið skuldi fara avstað klokkan sjey í morgun lokala tíð. Hetta varð flutt yvir tveir tímar, og klokkan 11.15 - 09.15 okkara tíð - fór HST2020 loksins úr lettiska høvuðsstaðnum. Væntað varð fyrst, at tað fór at lenda áleið 11.30, men klokkan fór lika yvir tólv, áðrenn flogfarið setti seg í Vágum.
HST2020 er í miðjuni (Vevmyndir - portal.fo)
Upprunaliga skuldi dysturin byrja klokkan sjey í kvøld, men orsakað av at mótstøðuliðið hjá KÍ er so nógv seinkað, er fyrsta bríksl í Klaksvík útsett til klokkan 20. Tummas Lervig, formaður hjá KÍ, segði við Kringvarpið fyrrapartin, at um dysturin skuldi veða avgreddur í dag, so var neyðugt at RFS kom til landið um middalgsleitið - tað var síðsta útkall í mun til at náa at gera koronukanningar og fáa svar, so at liðið kann fara á vøllin í Klaksvík í kvøld. Annars hevði dysturin helt verið fluttur eitt samdøgur.
Sí eisini:
Dysturin við Djúpumýru verður brikslaður klokkan átta
Tummas Lervig: Tað verður eitt heilt ótrúligt upplivilsi
Umleið 800 áskoðarar verða til dystin, sum annars kann síggjast á R2 fyri 43 krónur, um ein er staddur í Føroyum. Vit verða á staðnum í Klaksvík í kvøld og hava ymiskt tilfar.
Vit verða eisini til staðar á Svangaskarði, har dysturin millum NSÍ og finska Honka Espoo verður bríkslaður í gongd klokkan 18. Dysturin í Helsinki síðsta hósdag endaði 0-0, so harvið er stórur spenningur undan uppgerðini á Svangaskarði. Atgongumerki kunnu fáast í Nethandlinum hjá FSF. Dysturin kann annars síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald