Fótbóltur

Liðið hjá Gunnari basti og eyðmýkti Brøndby

Tað endaði 3-0 til Víking Reykjavík, sum harvið liggur væl fyri til Conference League-playoff pláss undan seinna dystinum. Atfinningarnar í Danmark eru hvassar, og áskoðarnir skaptu trupulleikar í Reykjavík.

Spurningar eru seinastu dagarnar reistir um starvið hjá Frederik Birk - við hansara heldur arroganta atburði og nú vánaligum úrslitum, kann hann koma í trupulleikar. Eftir tapið í Reykjavík í gjár vildi Birk ikki svara uppá spurningar um starv sítt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Spurningar eru seinastu dagarnar reistir um starvið hjá Frederik Birk - við hansara heldur arroganta atburði og nú vánaligum úrslitum, kann hann koma í trupulleikar. Eftir tapið í Reykjavík í gjár vildi Birk ikki svara uppá spurningar um starv sítt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-08 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB helt í 2. umfari uppgerðini við Brøndby á lívi heilt til seinasta bríksl á Brøndby Stadion í seinna dystinum.

Sí eisini: HB fall við æru

Síðani teir í gulum sluppu við skrekkinum í 94. minutti, hevur tað gingið illa hjá danska stórfelagnum: Fyrst tapti Brøndby 2-0 á heimavølli fyri Viborg í Superliguni. Eftir dystin var serliga venjarin Frederik Birk fyri hørðum atfinningunum - millum fjepparar, á sosialu miðlunum og hjá viðmerkjarum. 

[object Object]
Brøndby kom í trupulleikar, eftir at HB javnaði seint í fyrra dystinum millum liðini (Mynd: Sverri Egholm)

Hesar eru als ikki tagnaðar eftir dystin í Reykjavík í gjárkvøldið. Har legði danin Nikolaj Hansen Víking Reykjavík á odda við góðum stútara eftir hornaspark stutt fyri hálvleik. Tað var Gylfi Sigurðsson, sum legði upp - teir hava ávikavist flest mál og upplegg í allari Conference League-undankappingini.

Víkingur skoraði bæði málini sum komu í 2. hálvleiki, og so var íslendskur fagnaður og donsk iðran. Ella: í roynd og veru var tað skomm.

3-0 tapið hjá Brøndby í Íslandi verður skýrt sum "skomm" og ein "fadesa". Eftir dystin viðurkendi venjari og spælarar hjá Brøndby, at hetta var langt frá nóg gott. Spurningar um starvið hjá Frederik Birk eru eisini reistir.

Nikolaj Hansen hjá Víkingi helt, at tað kundi enda 5-0, og at Brøndby í roynd og veru bert skapti ein málmøguleika. Venjarin hjá Víkingi segði, at Brøndby undirmetti íslendska liðið: - Teir halda, at teir bara kundu koma her og vinna á einum íslendskum liðið, segði Sølvi Ottosen, sum er fyrrverandi FCK-spælari.

Áskoðarar skaptu trupulleikar - Gunnar er ivasamur til dystin í Danmark

Sum steinur omaná byrðu hjá Brøndby IF, gjørdu fjepparar teirra heldur nógv um seg í Reykjavík.

Visir.is skrivar, at tað var óróligt, tá dysturin var liðugur, og at rok var í býnum aftaná, tá grímuklæddir menn fóru í rok.

[object Object]
Ikki allir Brøndby-fjeppararnir skikkaðu sær so pent í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Um vit hyggja eftir tí fótbóltsliga aftur: Føroyingurin á Víkinga-liðnum, Gunnar Vatnhamar, var ikki við í gjár. Hann gjørdist skaddur til venjing fyri tveimum vikum síðani - knæskaðin skuldi halda leirvíkinginum úti í nakrar vikur.

Sum skilst er ein lítil møguleiki fyri, at Gunnar fær verið við í dystarhópinum í Danmark um eina viku, tá Víkingur skal royna at gera arbeiðið liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder