Ein dystur var í best svensku mansdeildini í gjárkvøldið. Hallby tók ímóti Lugi í Jönkoping, og var talan um lykadyst. Undan uppgerðini var Hallby trý stig frammanfyri, men Lugi hevur spælt tveir dystir færri. Liðini lógu - og liggja frammvegis - ávíkast næstaftast og triðaftast í Handbollsligan.
Talan var um ein rímiliga javnan dyst, har Hallby - við teimum báðum føroysku landsliðsspælarunum - tó fyri tað mesta hevði munin. Heimaliðið fekk tó leiðsluna seint í 1. hálvleiki, tá Rói á Skipagøtu millum annað hevði nakrar góðar álopsavgerðir, og í steðginum var 17-15.
Pætur Mikkjalsson var meira inni í 2. hálvleiki. Munurin var uppi á fimm málum nakrar ferðir tíðliga í 2. hálvleiki, men móti endanum át Lugi seg inn á Hallby. Eitt mál til 31-29, tá ein og ein hálvur minuttir var eftir, gjørdist tó ógvuliga týðandi, og tað endaði 31-30.
Longri hæddarpunkt síggjast ovarliga á handbollsligan.se (Gott mál hjá Róa á 4.47)
Harvið økir Hallby um leiðsluna og er nú fimm stig frammanfyri júst Lugi. Tað er bert aftasta liðið, sum fer beinleiðs niður, og í løtuni hevur liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu og Pæturi Mikkjalsson átta stig niður har.
Stigatalvan í bestu svensku deildini (Mynd: handbolsligaen.se)
Nú eru tó bert tvey stig upp til 10. plássið og vissu bjargingina. Liðini frá nummar 13 til og við 11 skulu spæla play-off dystir í apríl. Seks umfør resta í av grundspælinum, og Hallbyr hevur dyst aftur mikukvøldið. Tað er ímóti botnprottinum Aransas á útivølli.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý mál í sigrinum í gjár, umframt at 20-ára gamli hoyvíkingurin legði upp til nøkur mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald