2023-06-18 15:57
ÍSF: ÍSF hevur sett Lindu Klein í starv sum samskipara til Føroyaleikir 2024. Linda er 28 ára gomul, ættað úr havn og varð í januar 2023 útbúgvin innan Sport Management á UCN í Aalborg.
Afturat hesum starvinum, loysir Linda aðrar uppgávur fyri ÍSF.
Linda hevur altíð verið virkin innan ymiskan ítrótt og dámar væl umhvørvið.
– Eg trívist væl í einum livandi umhvørvið har uppgávur og fólk eru ymisk, og havi eg sagt ja til hesa uppgávuna, tí ítróttaumhvørvið gevur meir enn tað krevur – alt ber til og øll kunnu vera við.
Linda byrjaði í starvinum 1 apríl 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald