Fótbóltur

Liverpool á veg at keypa nýggjan málverja

Landsliðsmálverji hjá Brasilia skal loysa málmanstrupulleikan hjá Jurgen Klopp.

Allison Becker gerst helst Liverpool-málverji um stutta tíð
(Mynd: EPA)

Allison Becker gerst helst Liverpool-málverji um stutta tíð (Mynd: EPA)

2018-07-18 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist av álvara sjón fyri søgn í Champions League-finaluni, at Liverpool ikki hevði nóg góðan málverja. Týskarin Loris Karius, ið Klopp keypti úr gamla felagið sínum, Mainz, fyri 4,7 milliónir pund, hevði tikið yvir fyri belgiska Simon Mignolet. Men hóast nøkur fín avrik í vár, so endaði tað við tveimum risadroppum ímóti Real Madrid í Kiev.

Tá sá út til at Klopp fór at geva landsmanni sínum ein nýggjan møguleika. Allison Becker úr Roma hevur seinastu mánaðirnar verið leinkjaður til eitt skifti til Anfield, men fyri stuttari tíð síðani, bendi tað á, at 25-ára gamli málverjin skuldi enda í Real Madrid. 

Nú er vent í holuni. Seinastu dagarnar hava søgurnar um eitt skifti til Liverpool gingið heitar, og í dag skriva fleiri miðlar, at Roma hevur sagt ja til eitt boð uppá líka yvir 65 milliónir pund. Hetta er tó ikki váttað enn, og Sky Sports skrivar, at eitt slíkt boð er sent til Roma men ikki játtað enn. Tó sigur Sky í Italia, at í Liverpool er stór optisma um, at hendan avtalan kemur í hús, og Sky vil eisini vera við, at Allison ikki fer við Roma til USA, har felagið skal spæla venjingardystir. 

Roma skal hava kravt meira enn tær 70 milliónir evrunar, ið Liverpool fyrst bjóðaði, og nú er boðið komið uppá 75 milliónir(66,6 milliónir pund) 

Um tað er eitt nýtt Karius-dropp í venjingardystinum ímóti Tranmere Rovers, sum hevur fingið Liverpool at vent sær ímóti Rom, ella um tað er eitt keyp, ið hevur verið leingi á veg, skal ikki kunna sigast. Í øllum førum bendir nógv á, at Liverpool er nær við at fáa ein landsliðmálverja, ið hevur víst høgt støði í Serie A og Champions League farna kappingarár.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder