Fótbóltur

Liverpool aftur undir liðini á City

Tað var eitt baks at basa Gerrard og Aston Villa í Birmingham í gjárkvøldið, men Mané syrgdi fyri, at eitt ávíst trýst er lagt á City undan útidystinum móti Wolves í kvøld.

Klopp kundi fegnast í gjárkvøldið, tí Mané tryggjaði Liverpool trý stig, ið kunnu gerast ógvuliga virðismikil (Mynd: EPA)

Klopp kundi fegnast í gjárkvøldið, tí Mané tryggjaði Liverpool trý stig, ið kunnu gerast ógvuliga virðismikil (Mynd: EPA)

2022-05-11 07:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur varð leiktur í Premier League í gjárkvøldið. Talan var útsettan dyst frá 33. umfari, og tað vóru Steven Gerrard og lið hansara, sum tóku ímóti Liverpool, ið jagstrar Manchester City.

Byrjað varð við einum braki - longu eftir fimm minuttir var 1-1. Í 3. minutti skoraði Douglas Luiz fyri heimaliðið, men leiðslan helt bert í tveir minuttir, tí tá skoraði Liverpool eisini uppá ein retur. Tað var verjuleikarin Joel Matip, ið var árvakin í brotsteignum.

Síðani gekk ein tími av leiktíð, uttan at nakað mál kom. Tað var Liverpool, ið skuldi jagstra, men Aston Villa var ikki heilt vandaleyst, og liðið hjá Gerrard gjørdi tað als ikki lætt fyri Liverpool, sum spælir eina rúgvu av dystum fyri tíðina og sum misti Fabinho eftir hálvan tíma.

Tað vóru tveir teir mest vandamiklu álopskendu leikararnir, sum avgjørdu dystin: Luis Diaz legði innfyri úr vinstru, og so stútaði Sadio Mané bóltin í málið til 2-1. Hetta var í 65. minutti, og liðið hjá Klopp helt leiðsluni.

Leygarkvøldið fekk Tottenham javnleik á Anfield, og sunnudagin vann Manchester City heili 5-0 á Newcastle. Harvið fór stigmunurin uppá trý stig í vikuskiftinum, og samstundis fekk liðið hjá Pep Guardiola ein betri málmun. Tað hevur City framvegis - hann er trý mál betri - men nú eru oddaliðini aftur jøvn í stigum. Liðið úr Manchester hevur tó leikt ein dyst færri og kann í kvøld vinna sær ein fyrimun á trý stig, um tað eydnast at vinna á útivølli móti Wolves. City hevur tríggjar dystir eftir, og Liverpool hevur nú bert tveir.

Bæði Everton og Leeds spæla í kvøld - ávíkavist úti móti Watford og heima móti Leeds. Hesi stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og í løtuni liggur Leeds til at fara niður. Tó er bert eitt stig upp til Everton, og Burnley hevur bert málmun til fyrmuns.

Stigatalvan og dystarskrá sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder