Fótbóltur

Liverpool legði væl frá landi í 2024

Nógv fýrverk hjá Klopp og hansara liði móti Newcastle á Anfield: Ein rúgva av málmøguleikum, fýra mál, trý stig og størri munur í oddinum.

Liverpool skoraði fýra mál og kundi væl fingið fleiri mál á Anfield í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Liverpool skoraði fýra mál og kundi væl fingið fleiri mál á Anfield í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2024-01-02 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 20. umfari í Premier League var á skránni í gjárkvøldið. Liverpool tók ímóti Newcastle, og álopini skolaðu móti málinum hjá gestunum.

Heimaliðið skapti eitt hav av málmøguleikum og burdi lagt seg á odda fyri steðgin, tá Mohammed  Salah misnýtti eitt brotsspark. Martin Dubravka hevði eisini aðrar stórbjargingar, men stutt eftir steðgin bragdaði hjá oddaliðnum. Salah setti síðsta fótin eftir flott álop, har Luis Diaz og Darwin Nunez áttu sín stóra leiklut.

[object Object]
Mohammed Salah var framúr fyri Liverpool og hevur hann nú nátt stórum máli. Í næstum verður vongurin við landsliðnum (Mynd: EPA)

Mál nummar 150 í Premier League hjá Salah, sum var í hopla í sínum seinasta hálvleik, áðrenn hann fer at umboða AFCON við Egyptalandi. Hann var við í øllum hinum trimum málunum hjá Liverpool. Tey vóru týðandi, tí Aleksandar Isak javnaði til 1-1 fyri Newcastle, og hóast útiliðið ikki hevði so nógv frameftir, so eydnaðist eisini Sven Botman at skora tá tíggju minuttir vóru eftir.

Tá var Liverpool á odda 3-1. Curtis Jones og Cody Gapko høvdu bara skula sett fótin á eftir góð upplegg og uppspøl. Salah fekk ein ein møguleika afturat úr ellivu metrum móti endanum, og hesaferð var egyptin ísakaldur. Brotssparkið sá tó ivsamt út: Í minsta lagi spældi Diego Jota nógv uppá tað, tá hann royndi at fara framvið Dubravaka.

Sigurin til Liverpool var tó fult uppiborin, og liðið hjá Klopp økti harvið um munin í oddinum. Nú eru trý stig niður til Aston Villa á 2. plássi og fimm stig niður til Arsenal og Manchester City (ein dyst færri)

[object Object]
Topp-fimm (Skýggjamynd)

Øll støðan sæst her

Seinasti dystur í umfarinum verður spældur klokkan 19.30 í kvøld. FA Cup er á skránni næsta vikuskifti.

Premier League 20. umfar
1. januar 2024
Liverpool - Newcastle 4-2 

31. desember
Fulham - Arsenal 2-1 
Tottenham - Bournemouth 3-1 

Les eisini: Arsenal tapti aftur

Leygardagin 30. desember
Luton - Chelsea 2-3
Wolves - Everton 3-0
Manchester City - Sheffield United 2-0
Aston Villa - Burnely 3-2
Nottingham Forrest - Manchester United 2-1

Sí eisini: United setti keðiligt punktum fyri árið

Týsdagin 2. januar 2024
19.30: West Ham - Brighton

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder