Fótbóltur

Liverpool og øll hini

Liverpool hevur framvegis fult stigatal eftir dramatiskan sigur á Leicester í gjár. Eftir átta umfør eru átta stig niður til City. United og Tottenham eru í kreppu, meðan Arsenal og Chelsea eru komin í gongd.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-10-06 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir eru leiktir í Premier League í dag, og harvið er 8. umfar fullført. 

Í dag legði Arsenal út við at vinna á Bournemouth. David Luiz hevði sína bestu løtu higartil í Arsenal-troyggju, tá hann gjørdist matchvinnari. 

Felagið, ið Luiz kom frá, tykist eisini at hava funnið rútmuna. Chelsea vann sannførandi sigur í Suðuronglandi, har nakrir av ungu monnunum aftur gingu á odda.

Manchester-feløgini høvdu ein minni góðan dag. Talan var um ein niðurtúr hjá Solskjær og hansara monnum í Newcastle, har 19-ára gamli Matthew Longstaff í sínari debut smekkaði eitt frálíkt langskot í málið tjúgu minuttir fyri tíð. Manchester United megnaði ikki at svara eftir og var tannleyst uttan nakrar av føstu monnunum, og megnar ikki at vinna á útivølli. Úrtøkan í ár er ógvuliga soltin, og niðurflytingarstrikan er bert tvey stig burtur. Betri er úrtøkan hjá Manchester City, men tað er tó langt frá meistaraformi hjá monnunum hjá Guardiola. Í dag avgjørdi sera skjóti Adama Traore dystin á Etihad leikvøllinum við tveimum málum seinastu løtua. 

Tað var eisini eitt sera keðiligt vikuskifti hjá Tottenham, ið fyrst misti Hugo Lloris, eftir at málverjin misti bóltin og síðani breyt armin. Í støðuni skoraði Brighton, og útliðið fekk trý mál og trý stig. Fyrr í vikuni endaði tað 2-7, tá Bayern vitjaði Champions League-finalistarnir, og støðan hjá Pochettino og co. gerst bara tyngri og tyngri. 

Hjá Liverpool er ikki nógv at stúra um í hesum døgum. Orsøk er ístaðin at fegnast. Liðið hjá Klopp hevur vunnið allar dystirnar í Premier League í ár. Í gjár varð Liverpool trýst móti Leicester, ið javnaði til 1-1 tíggju minuttir fyri tíð. Men við nakað umtalaðum brotssparki, ið James Milner kaldliga umsetti til mál, hevur Liverpool nú heili 24 stig og stýrir móti meistaraheitinum. 

Nú verður landsliðsteðgur.

Premier League, 8. umfar

Í dag: 
Arsenal - Bournemouth 1-0 (1-0)
Manchester City - Wolves 0-2 (0-0)
Southampton - Chelsea 1-4 (1-3)
Newcastle United - Manchester United 1-0 (0-0)

Í gjár:
Brighton - Tottenham 3-0 (2-0)
Norwich - Aston Villa 1-5 (0-2)
Liverpool - Leicester 2-1 (0-0)
Watford - Sheffield United 0-0
Burnley - Everton 1-0 (0-0)
West Ham - Crystal Palace 1-2 (0-0)

Støðan: 
1. Liverpool (24 stig)
2. Manchester City (16 stig)
3. Arsenal (15 stig)
4. Leicester (14 stig)
5. Chelsea (14 stig)
6. Crystal Palace (14 stig)
7. Burnley (12 stig)
8. West Ham (12 stig)
9. Tottenham (11 stig)
10. Bournemouth (11 stig)
11. Wolves (10 stig)
12. Manchester United (9 stig)
13. Sheffield United (9 stig)
14. Brighton (9 stig)
15. Aston Villa (8 stig)
16. Newcastle (8 stig)
17. Southampton (7 stig)
18. Everton (7 stig)
19. Norwich (6 stig)
20. Watford (3 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder