Fótbóltur

Liverpool vendi 1-2 til 3-2

Liverpool tók enn eitt fet ímóti fyrsta meistaraheitinum í tretivu ár, tá teir í kvøld gjørdi eitt flott comeback.

Sadio Mané skeyt sigursmálið fyri Liverpool í kvøld (Savnsmynd: EPA)

Sadio Mané skeyt sigursmálið fyri Liverpool í kvøld (Savnsmynd: EPA)

2020-02-24 22:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seinasti dystur í 27. Umfarið í Premier League var leiktur i kvøld tá West Ham vitjaði á Anfield.

Tað var Liverpool sum byrjaði betri, og legði seg á odda longu eftir níggju minuttir við málið frá Gini Wijnaldum. Men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Issa Diop fyri West Ham til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik løgdu gestirnir seg óvænta á odda 1-2, tá Pablo Fornals skorðai. Men Liverpool megnaði at venda dystinum, og syrgja fyri at fyrsta tapið í Premier League hetta kappingarárið ikki kom í kvøld. Fyrst javnaði Mohamed Salah tá 68 minuttir vóru leiktir, og tá tíggju minuttir vóru eftir at leika skeyt Sadio Mané sigursmálið fyri Liverpool.

Liverpool er 22 stig frammanfyri Manchester City á øðrum plássi, og eru nú bert fýra sigrar frá at tryggja sær meistaraheitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder