Yerevan, Armenia (Portalurin) - Hetta var ein kaotiskur og nakað dramatiskur dystur.
Fyribils føroyski høvuðvenjarin viðurkennir, at Føroyar ikki fingu nakað serligt spæl at koyra í kvøld, og at tað varð ein verjudystur.
At verja gjørdu Føroyar tó væl, vísir Eyðun Klakstein um. Hann er fegin um, at verjuætlanin, við ikki at lata nógv koma ígjøgnum sentalt, eydnaðist. Føroyska liðið vardi eisini væl saman, staðfestir hann fyri Portalinum.
- Hetta er ikki nakað, sum er gjørt uppá stutta tíð. Hesar seks venjingarnar og hesa tíðina hava vit bygt á tað, sum hevur verið frammanundan. Eisini á arbeiðið í feløgunum og tað sum spælararnir sjálvur koma við.
51-ára gamli klaksvíkingurin hevur ein A-landsdyst og ein sigur sum høvuðsvenjari. Skjótt fara hann, Atli Gregersen og hinir at hyggja uppá, hvat man kann gera fyri at sigra í Skopje sunnudagin eisini.
Hoyr samrøðuna við fegna fyribils høvuðsvenjaran niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald