 
                
                        
Tað bleiv ljótt, øgiliga ljótt í Sevilla í kvøld. Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tapti 12-0 ímóti besta liðnum í bólkinum, Spania.
Longu frá byrjan fingu okkara ikki eitt bein til jørðina, og tá tveir minuttir vóru leiktir var bólturin í netinum aftanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen í føroyska málinum.
Sponsku kvinnurnar høvvdu 38 málroyndir og skoraðu uppá 12 av teimum, meðan okkara onga málroynd høvdu yvirhøvur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/25/890x590/1637879814zwjbtdftyh.jpeg) (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
Støðan í hálvleikinum var 5-0, og tíðliga í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara, tá Spania fekk trý mál upp á tríggjar minuttir.
Úrslitið gjørdist 12-0, sum er eitt sindur verri enn tá vit í september taptu 10-0 ímóti Spania á Tórsvølli.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/25/890x590/1637879810x7hitagedn.jpeg) (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/25/890x590/1637879807jjviponj9e.jpeg) (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)
Hetta var seinasti HM-undankappingardysturin hjá kvinnunum í ár. Næsti dysturin verður ímóti Ungarn á útivølli 8. apríl. Enn hava vit einki stig megnað at skavað saman og liggja á aftasta plássi við null stigum. Kortini hava føroysku kvinnurnar fingið tvey mál í hesari undankappingini.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/25/gallery-thumbnail/1637877934yocafeiwce.png)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald