Eftir at spaniólar vóru ov sterkir í seinasta dystinum í bólkaspælinum í gjár var greitt, at Føroyar ikki komu víðari til meginumfarið í European Open vegna verri málúrttøku enn Ísrael. Teir endaðu nummar trý í innleiðandi bólkinum við fimm liðum - javnir í stigum við nummar tvey.
Les eisini: Akkurat ov stuttir til meginumfarið
Harvið skal føroyska U17-liðið nú royna at enda so høgt sum gjørligt í kappingini - nummar níggju - og framhaldandi brúka dystirnar í Svøríki til góða menning.
Í morgun reistu ungu menninir seg, tá Litava var mótsstøðuliðið. Tað stóð á jøvnum 15-15 í steðginum, men eftir steðgin vóru føroyingar omaná og vunnu samanlagt við fýra málum.
(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Teir í hvítum, bláum og reyðum skoraðu samanlagt 31 ferðir. Aftur skaraði vinstri vongurin Jákup Egholm, ið er eitt ár yngri enn teir flestu í kappingini, framúr. Hann skoraði níggju mál - fleiri uppá brotskøst. Rúnar Hammer skoraði eisini níggu ferðir. Vestmenningurin, sum hevur roynt seg í Ajax København, hevur tikið flestu nædystirnar hjá føroyska liðnum í álopsspælinum í kappingini.
Føroyar spæla aftur í kvøld. Klokkan 18.30 er spennandi dystur móti Noreg á skránni. Hann kann stroymast á ehftv.com.
European Open 2023, U17 dreingir
Göteborg, mikudagin 05.07
Føroyar - Litava 31-27 (15-15)
Føroysku málskjúttarnir:
Jákup Egholm 9
Rúnar Hammer 9
Lýðar í Dímun 3
Magnus Árason 3
Filip Haldansen 2
William Napoleon Djurhuus 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Torkil Sverri Debes Dahl 1
Helgi Jacob Halldórsson 1
Kl.18.30: Føroyar - Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald