Serligu gestirnir hjá Ítrórrasambandinum á oyggjaleikunum á Guernsey sluppu týsdagin at royna seg í golfi.
Golfleikararnir høvdu skipað fyri einum serligum tiltaki fyri hesum serliga føroyska ferðaliðnum, sum umboðar løgmann, borgarstjórarnar í Havn og Klaksvík, stuðlar hjá ÍSF og umboð fyri starvsnevndina.
Hetta gekk ikki fyri seg á sjálvum oyggjaleika-leikvøllinum í golfi, men á hotellinum, har golfleikarar búgva. Í tilknýti til sera hugnaliga hotellið er nevniliga ein minni golfvøllur har tað eisini er ein vælutgjørd venjingarbreyt – driving range – har tað ber til at venja sløg. Henda driving range er í tveimum hæddum.
Løgmaður og aðrir tignarligir gestir sluppu at royna seg. Hjá løgmanni gekk ikki væl at raka bóltin, kunnu vit heilsa og siga – tá lá munandi betri fyri hjá miðlingasoninum.
Eftir at hava roynt at sláa langt á ‘range’ini’, varð farið á eina puttifløtu ætlað til venjingar, har skipað var fyri eina kapping í at putta – rulla – bóltin rættiliga langt móti einum holi. Tann, ið kom tættast, varð kosin vinnari.
Og vinnari gjørdist stjórin á Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi. Hennara bóltur støðgaði bert tvær føtur frá holinum – eitt sera gott putt.
Føroysku golfleikararnir á leikunum hava brúkt teir fyrstu dagarnar á oyggjaleikunum til at venja seg við umstøðurnar. Í dag verður fyrsta kappingin. Kappast verður fýra dagar á rað.
Myndirnar tók Jens Kr. Vang:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald