Áðrenn 15. juli skal Hondbóltssambandið boða, frá um A-landsliið hjá monnum skal luttaka í HM-undankappingini.
Tað sær tó svart út, tí orsaka av at heimadystirnir hjá Føroyum máttu spælast í Danmark, hevði EM-undankappingin farna árið fíggjarligar avleiðingar fyri HSF. Meirkostnaðurin hevur verið 900.000 krónur, og tí manglar í.
Les eisini: Hondbóltssambandið manglar eina millión fyri at melda til HM
Áðrenn løgtingið fór í summarfrí skuldi ein eykajáttanarlóg, sum skuldi dekka meirútreiðslurnar, sum Hondbóltssambandið hevur havt av EM-kappingini, leggjast fram. Men tá løgtingið fór í summarfrí í mai mánaða, varð hetta ikki mett sum eitt átroðkandi mál, og tí var hetta ikki avgreitt.
Møguleikarnir fyri at tingið kemur saman áðrenn ólavsøku, eru smáir. Men 15. juli nærkast, og bíðar ikki eftir, um løgtingið kemur saman at játta milliónina ella ikki. Tí eru nakrar fyritøkur farnar saman um at savna pening, og lata 10.000 krónur hvør til hondbóltslandsliðið um løgtingið ikki játtar pengarnar. Higartil eru tríggjar fyritøkur komnar á listan.
Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.
(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnarsínamillum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald