Fótbóltur

London-finala í Baku

Bæði feløgini vilja hava hendur á einum steypið at enda kappingarárið við; Arsenal kann tryggja sær atgongd til Champions League við sigri.

Arsenal og Chelsea bresta saman í finaluni í kvøld (Mynd: EPA)

Arsenal og Chelsea bresta saman í finaluni í kvøld (Mynd: EPA)

2019-05-29 14:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrra av teimum báðum evropeisku finalunum hesa vikuna verður leikt í kvøld. Tað er tann minna finalan, tí Champions League-finalan verður leikt leygarkvøldið í Madrid. Tað hevur tó verið nógv fokus á Europa League-finaluni, ið eins og finalan leygardagin stendur millum tvey ensk feløg.

Tað er eingin greiður favorittur til finaluna í kvøld. Chelsea er tó sambært veddingarfyritøkunum lítil favorittur og hevur eisini víst betri form seinasta partin av kappingarárinum. Arsenal fall saman og rakk ikki Champions League-plássi. Tað gjørdi Chelsea tó, og tí hevur Arsenal nakað meira at spæla fyri í kvøld. Ein sigur til Arsenal merkir, at liðið hjá Unai Emery verður fimta enska liðið í Champions League komandi ár; annars skal Arsenal triðja árið á rað spæla í Europa League. 

Møguleikin at lyfta eitt evropeiskt steyp er lokkandi, og ein sigur hevði merkt nógv fyri feløgini. Arsenal hevur bert tvey evropeisk steyp í søguni; Chelsea hevur fimm (harav eina Super Cup: 1998). Teir bláu úr London vunnu júst Europa League í 2013 og árið framanundan tann størsta heiðurin, púra óvæntað: Champions League. Chelsea hevur annars tvær ferðir vunnið Europa Cup fyri steypavinnarar (1971 og 1998), og hetta er størsta evropeiska steypið í søguni hjá Arsenal (1994)

Um tað er nakar venjari, sum veit hvat tað krevst at vinna Europa League, so er tað Emery: Spaniólin vann kappingina trý ár á rað við Sevilla (2014, 2015 og 2016). Hann hevur havt eitt misjavnt fyrsta kappingarár í London, og tað hevur hin maðurin á síðulinjuni eisini. Maurizio Sarri hevur havt nógv útsving, m.a í Carabao Cup-finaluni har hann var nær við at rýma eftir rokið við málverjan, ið ikki vildi út. Í gjár var Sarri eisini ónøgdur til seinastu venjingina, tá Chelsea ikki slapp at venja deyðbóltar í frið, og brasliumaðurin David Luiz og argentinin Gonzalo Higuain endaðu í roki.

Tað hevur verið nakað av rumbli um hesa finaluna, tí hon verður spæld so langt vekk frá Onglandi, og feløgini fingu bert 6.000 atgongumerki hvør til leikvøllin, har pláss er fyri næstan 70.000 áskoðarum. Bert helvtin av atgongumerkjunum fóru, av tí at ferðin gjørdist so long og dýr hjá tí vanliga áskoðaranum. Henrikh Mkhtaryan kom heldur ikki við Arsenal, tí hann er armeni, og teir eru ikki vælkomnir í Aserbadjan. Føroyska A-landsliðið leikti á hesum leikvøllinum í UEFA Nations League í november.

Liðini kenna væl hvønn, eru rættiliga javnlík í góðsku, og nógv er uppá spæl. Talan verður allarhelst um eina sera tætta finalu í Baku í kvøld. Tá liðini hittust í januar, vann Arsenal 2-0 á heimavølli, meðan Chelsea vann 3-2 á Stamford Brigde í fyrra dystinum millum liðini í ár. Serliga Arsenal hevur víst høgt støði í kappingini við at sláa Napoli og Valencia í seinastu umførunum, og júst Arsenal hevur sum sagt eitt sindur meira uppá spæl í kvøld. Hetta er allarhelst seinasti dysturin hjá Eden Hazard í Chelsea, og um so er, so vil hann enda væl

UEFA Europa League-finalan
29.05.2019 á Olympiska leikvøllinum í Baku
20.00: Arsenal - Chelsea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder