2021-03-11 20:03

Føroyar vóru væl við í dystinum móti Ukreina, men tað endaði við tapi við fýra málum í Kiev seinnapartin í gjár.
Talan var um fyrsta dystin í undankappingini til EM 2022. Fyrsti dysturin skuldi upprunaliga vera í Kekkia, men tann dysturin varð útsettur orsakað av koronu.
Ístaðin verður uppgerðin í Brno í annaðkvøld. Føroyski hópurin hevur nú flutt seg longur vestur, og fyrireikingarnar til uppgerðina móti sterku kekkunum er í gongd.
Dysturin í morgin byrjar klokkan 19.15 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald