Fótbóltur

Lutakastið til hálvfinalurnar verður í kvøld

KÍ, Skála, Víkingur og HB eru í pottinum.

HB var sum væntað omaná móti B71 í gjár og er triðja árið á rað við í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið
(Mynd: Sverri Egholm)

HB var sum væntað omaná móti B71 í gjár og er triðja árið á rað við í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-23 15:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið leiktar. Heili 27 mál vórðu skoraði, og ikki óvæntað var størsti spenningurin í Gundadali, har KÍ eftir longda leiktíð sló steypavinnaran út. 

Les meira um tann dystin her
Sí yvirlit yvir fjórðingsfinalurnar her

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 8. og 9. mai, og tær seinnu verða 22. og 23. mai. Nú skal greiða fáast á, hvør skal spæla ímóti hvørjum, og hetta verður í ítrottarpartinum av Degi & Viku í kvøld, har lutakastið verður. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder