2022-11-21 17:32
Tað verður norðmaðurin Magne Hoseth, sum kemur at standa fyri besta KÍ-liðnum við monnum komandi kappingarár.
Tað varð kunngjørt á vælmannaðum tíðindafundi í KÍ-høllini fyri løtu síðani.
Magne Hoseth var ikki sjálvur til staðar á fundinum, men hann var til staðar umvegis videosamband.
Magne Hoseth er fyrrverandi norskur landsliðsleikari, er í byrjanini av sínari venjarakarrieru. Hevur verið venjari í Kristianssund frá 2019-22.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald