Italia vann við tveimum málum í fyrra EM-fyrireikingardystinum fríggjakvøldið, men hesaferð vóru føroyingar kaldari móti endanum.
Tað var 30-30, tá tíggju minuttir vóru eftir, men so koyrdu føroyingar á í álopinum og skoraðu átta ferðir.
Tað var júst álopsspæl, ið var í hásæti í dag, og eftir heldur nógvar stórar brendar møguleikar fyrsta fjórðing av dystinum, gjørdust teir á heimaliðnum tryggari.
Tryggast vóru vengurnir Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen. Báðir spældu fulla tíð og skoraðu sjey ferðir av ávikavist níggju og átta gjørligum.
Pauli Mittún stóð sterkur í myndini við millum annað fimm málum (Mynd: Sverri Egholm)
Strikuspælararnir Ísak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen vóru eisini ógvuliga tryggir, og hetta eru góð tekin í sambandi ivð 7 móti 6-spælið.
Hetta stjórnaði Óli Mittún bert eina løtu, og Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi heldur ikki í kvøld. Heldur vóru tað Pauli Mittún, Bjarni í Selvindi og Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum vístu kynstur mitt fyri og til høgru: Allir vístu seg væl fram í EM-aðalroyndini.
Føroyar vunnu við fýra málum, 38-34, í seinasta dystinum undan EM-endaspælinum. Farið verður til Noregs mikudagin.
Meira seinni
Dystargongdin:
5 min: 3-5
10 min:7-7
15 min: 9-10
20 min: 12-12
25 min: 15-14
30 min: 18-17
35 min: 22-20
40 min: 25-24
45 min: 28-27
50 min: 30-30
55 min: 33-31
60 min: 38-34
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Leivur Mortensen 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 5
Pauli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 4
Vilhelm Poulsen 3
Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald