Annað

Maraton: Nýtt heimsmet sett í Chicago

23 ára gamli Kelvin Kiptum úr Kenja hevur við tíðini tveir tímar og 35 sekund sett nýtt met.

Kelvin Kiptum. Mynd frá The London Maraton 2023 (Mynd: EPA)

Kelvin Kiptum. Mynd frá The London Maraton 2023 (Mynd: EPA)

2023-10-09 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð nýtt heimsmet sett í maraton hjá monnum, tá Kelvin Kiptum úr Kenja luttók í maratonrenningini í amerikanska býnum Chicago. Hann var tveir tímar og 35 sekund um at koma á mál.

Kiptum tók sostatt fyrrverandi metið á tveir tímar, ein minutt og níggju sekund, sum varð sett í Berlin í september í fjør av Eliud Kipchoge - eisini úr Kenja.

Hann hevur runnið maraton tríggjar ferðir, og hevur hann vunnið hvørja ferð. Í fjør vann hann maraton í Valencia, og í apríl varð hann eisini fyrstur á mál, tá skipað varð fyri London Marathon.

– Eg eri so fegin, eg var ikki fyrireikaður uppá hetta, sigur 23 ára gamli Kiptum sambært Ritzau.

Herfyri segði hann við olympics.com, at hann er sannførdur um, at hann einaferð í framtíðini fer at megna at renna eitt maraton uppá minni enn tveir tímar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder