Fyrr í mánaðinum var ein stórur bruttohópur savnaður í Føroyum til venjingar. Hetta var eitt høvi at byrja fyrireikingarnar til HM-endaspælið í vetur, men Claus Leth Mogensen, landsliðsvenjari, staðfesti fyri Kringvarpinum, at hetta mest snúði seg um fyrstu EM-undankappingardystirnar.
Hesir verða spældir mikudagin 15. oktober og leygardagin 18. oktober - ávikavist í Íslandi og við Tjarnir móti Montenegro.
Claus Mogensen og Simon Olsen hava nú úttikið 16 spælarar til hesar uppgávurnar.
Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Annika Fríðheim Petersen er vorðin mamma í mánaðinum. Gylta Djurhuus á Neystabø stóð seg ógvuliga væl til U19 EM í summar og er nú fyrsti málverji hjá Kyndli - hon fær seg nú roynda á høgum vaksnamannastigi.
Gylta Djurhuus á Neystabø tá nýggju landsliðsblusurnar vórðu avdúkaðar leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)
Á strikuplássinum er tað nátúrligt, at Vár Bentsdóttir Zachariasen verður eitt slag av avloysara fyri Brynju Høj, sum er givin á landsliðnum. Lukka Arge er annars ein møguleiki - eisini til at skjóta brotskøst og annað - og var hon við til EM-endaspælið í fjør. Vár ger vart við seg hjá einum av fremstu liðunum í næstbestu donsku deildini - hetta millum annað saman við tvíburðasystrini Lív og Elsu Egholm sum eisini eru við.
Systir Elsu, Karin Egholm, er úttikin sum høgri vongur saman við Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, sum nú er aftur í føroyskum hondbólti. Soleiðis var eisini til HM play-off dystirnar móti Litava í apríl. Harvið standa tær frammanfyri Brynhild Pálsdóttir í løtuni.
Á vinstra vongi er eingin Turið Arge Samuelsen longur, og spennandi verður um Rannvá Olsen (nú í Danmark) og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe fara at skiftast um spælitíðina.
Stórasystur Annu, Maria, er eisini úttikin. Harvið er trý systrapør á landslið hesaferð. Maria Halsdóttir Weyhe kom tíðliga á A-landsliðið, men var ikki við í tíðarskeiðnum, tá hann var undir lesnaði í Danmark. Seinasta árið ella so hevur spælskiparin aftur verið ein stórur profilur í H71, og nú hevur Maria Weyhe vunnið seg aftur á landsliðið til týðandi dystir.
Føroyar eru styrkismettar niðast í undankappingarbólkinum, har Portugal eisini er við. Talan verður um stórar uppgávur í oktober - málið er at stríðast um pláss til EM-endaspælið næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald