Marius Kryger Lindh longt við B36

Júst kunngjørt á ársveitslu felagsins. Vandamikli danski vongurin spældi allar 27 Betrideildardystirnar í ár og skoraði ellivu mál. Lindh legði eisini upp til ellivu og hevur, hóast áhuga aðrastaðni, nú sáttmála vð B36 fyri 2025 eisini.

25-ára gamli vongurin í hvítum og svørtum eisini í 2025: Áhugi var frá minst tveimum øðrum feløgum í Betrideildini og úr heimlandinum, men verður hann helst einasti útlendingur, sum heldur fram í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

25-ára gamli vongurin í hvítum og svørtum eisini í 2025: Áhugi var frá minst tveimum øðrum feløgum í Betrideildini og úr heimlandinum, men verður hann helst einasti útlendingur, sum heldur fram í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-16 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur á ársveitslu sínari í kvøld kunngjørt eina gávu til fjepparar sínar. Hon er, at samanlagt vandamiklasti spælarin og ársins leikari hjá felagnum í 2024 hevur longt sáttmálan við einum ári.

Hetta hevur Portalurin fingið váttað.

Nú 25-ára gamli Marius Kryger Lindh spældi við AB í 2022 og 2023 og skifti til B36 seinasta vetur.

Samanlagt hevur danski vongurin skorað 14 mál í 27 dystum fyri felagið, sambært Faroesoccer. Í Betrideildini var Lindh einasti spælarin hjá B36, sum spældi allar minuttirnar. Teir vóru nakað færri í tali undir Magna Hoseth, men við 22 málstigum - ellivu málum og ellivu uppleggum - gjørdi kviki spælarin mun frammanfyri málinum.

Áhugi var sum skilst frá nøkrum øðrum feløgum í Føroyum og onkrum í Danmark, men Marius Kryger Lindh hevur sett undirskriftina á B36-pappír fyri 2025 eisni. Hann verður eftir øllum at døma tann einasti av teimum sjey útlendingunum í B36-hópinum í ár, sum heldur fram í felagnum.

[object Object]
Marius Kryger Lindh í seinnu hálvfinaluni móti TB, har hann var við at skjóta B36 í steypafinaluna (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur senastu tíðina longt við millum aðrar Símun Sólheim og hjálparvenjaran Lukas Enevoldsen. Heini Vatnsdal og Ragnar Samuelsen eru higartil nýggju spælararnir, sum Jákup Martin Joensen hevur at ráða yvir.

B36 endaði á 5. plássi í Betrideildini við bert 41 stigum. Liðið tapti steypafinaluna móti HB og harvið eingin evropeiskur fótbóltur fyri fyrstu ferð í fýra ár.

22.04: B36 hevur júst endaliga váttað sáttmálan á Facebook-síðu sínari, har tað samstundis varð kunngjørt, at Marius Kryger Lindh var ársins spælari hjá monnun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder