Hondbóltur

Mathias Gidsel kosin sum tann besti

Serliga Danmark og Portugal eru væl umboðaði í heiðrunum hjá IHF fyri HM-endaspælið.

Mathias Gidsel gjørdi aftur bart í gjár og hevur heimsins besti spælari sum heild gjørt risa mun fyri Danmark í seinastu endaspølunum (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel gjørdi aftur bart í gjár og hevur heimsins besti spælari sum heild gjørt risa mun fyri Danmark í seinastu endaspølunum (Mynd: EPA)

2025-02-03 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, sunnudagin 2. februar, lyftu danir tunga og gylta steypið fyri fjórðu ferð á rað. Áðrenn tað fingu fraklendingar bronsu eftir ógvuliga tættan bronsudyst móti Portugal.

Sí eisini: Havnarmaður er ferfaldur heimsmeistari

Les meira um finaludystin millum Danmark og Kroatia HER

Í sambandi við seinasta HM-dagin vórðu vanligu heiðrarnir latnir:

[object Object]
Mynd: IHF

Ikki óvæntað vann Mathias Gidsel heiðurin sum mest virðismikli spælari í kappingini (MVP). Høgri bakkurin varð í síðstu viku á Handball Planet kosin sum heimsins bestu spælari annað árið á rað, og 25-ára gamli danski bakkurin varð toppskjútti í HM-endaspælinum við 73 málum. Ongantíð áður hevur ein spælari skotið so nógv mál í einum endaspæli uttan at skjóta brotskøst.

Hjá altjóða hondbóltssamgonguni verður mest virðismiklispælarin ongantíð koyrdur á "All-star liðið". Har eru tveir aðrir heimsmeistarar: Greitt besti málverjin í kappingini, Emil Nielsen, og profilurin á vinstra bakki Simon Pytlick.

Afturat teimum eru tveir hjá kroatisku silvurvinnarunum og tveir hjá Portugal, sum ongantíð er endað so høgt í einum endaspæli. Dylan Nahi er á liðnum sum vinstri vongur, og tað sær út til at vera eitt heldur løgið val, at fraklandingurin er har, og at kroatin Mario Sostaric er høgri vongurin - millum annað tí at landmaðurin Glavas hevur havt eitt betri endaspæl.

Francisco "Kiko" Costa varð kosin sum besti ungi spælarin í kappingini. 19-ára gamli potugisiski høgri bakkurin hevur havt eitt framúr 

HM 2025 heiðrar: 
Mest virðismikli spælari (MVP) og toppskjútti: Mathias Gidsel (Danmark) - 73 mál

Besti ungi spælari: Francisco "Kiko" Costa (Portugal)

All-star lið: 
Málverji: Emil Nielsen (Danmark)
Høgri vongur Mario Sostaric (Kroatia)
Høgri bakkur: Ivan Martinovic (Kroatia)
Spælskipari (miðja): Martim Costa (Portugal)
Strikuspælari: Victor Iturriza (Portugal)
Vinstri bakkur: Simon Pytlick (Danmark)
Vinstri vongur: Dylan Nahi (Frakland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder