Fótbóltur

Mattias: - Hetta var mín deiligasti landsdystur nakrantíð

Tað kendist fantastiskt at standa fyri Føroyar, nú tað eru so nógvir mánaðir síðani, at eg stóð ein kappingardyst.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-26 10:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 2. august til 25. mars er long tíð. Nærum sjey mánaðir eftir at hann spældi fyri Fredericia og fekk ein meniskskaða, fekk Mattias Lamhauge aftur ein møguleika, nú stig vóru uppá spæl.

- Tað kendist óbeskriveliga doyligt at spæla í dag, og hetta var mín deiligasti landsdystur - sjálvt um vit taptu.

Mattias hevði eina stórbjarging seint í dystinum, men tað var tíverri ikki nóg mikið, tí Montenegro skoraði við síðsta sparkinum í dystinum.

Í Fredericia í næstbestu donsku deildini hevur Valdemar Birksø í løtuni fastatøkur á fyrstamálverjuplássinum.

Mattias Lamhauge spældi fleiri venjingardystir í vetur og kennir seg væl.

(Hoyr hann eisini seta orð á 1-0 tapið í gjár her)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder