
Síðani Mattias Johnnyson Hellisdal skifti til svenskan fótbólt seint í august, hevur hann nýtt tíðina til tilvenjing. Västerås gjørdi í sambandi við sáttmálan greitt, at 19-ára gamli havnarmaðurin var ein maður til framtíðina, og at hann helst ikki fór at spæla so nógvar minuttir fyrstu tíðina.
Mattias Hellisdal skuldi tó ikki nýta nógva tíð at tilvenja seg í sínum fyrsta dysti í næstbestu svensku deildini. 19-ára gamli miðvallarin fekk møguleikan frá byrjan móti Östersunds, og í 39. minutti legði U21-landsliðsspælarin Västerås á odda - líka sum hann gjørdi fyri Føroyar í Reykjavík fyri júst einum mánaða síðani.
Västerås bygdi víðari á hetta. Í steðginum var 2-0, og eftir eitt ógvuliga skjótt hattrikk frá Mikkel Ladefoged, trý mál uppá fimm minuttir, var 5-0 tíma, tá ein tími var spældur.
Tað endaði 6-1, og Västerås er á 3. plássi nú fýra umfør resta í, í Superettan. Tvey lið flyta beinleiðs upp, og liðið hjá Mattiasi Hellisdal er eitt stig frá 2. plássinum og tvey stig frá 1. plássinum. Västerås hevur vunnið fýra dystir á rað.
Mattias Hellisdal skal til Føroyar, har U21-landsliðið hevur tvær ógvuliga spennandi uppgávur. Fríggjadagin 10 oktober tekur oddaliðið í bólkinum eftir trý umfør móti Fraklandi í Klaksvík, og týsdagin 14. oktober spæla Føroyar og Sveis á Tórsvølli. Mattias er byrjaður inni í øllum trimum dystunum - og sigrunum - hjá U21 í ár.
Hann spældi í dag 75 minuttir í sínum byrjanardysti í Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald